Tá hjólið steðgaði í triðju royndini, sá næstan út til, at tað var steðgað á gula leypinum við 1,6 miljónum krónum, men tá tú hugdi nærri, var ein seymur eftir, tíverri.

Bert ein seym frá 1,6 miljónum krónum

Tað var um reppið, at sjey ára gamli, Sámal Mattias, vann mammu síni 1,6 miljónir krónur í hús í kvøld.

Tá hjólið steðgaði í triðju royndini, sá næstan út til, at tað var steðgað á gula leypinum við 1,6 miljónum krónum, men tá tú hugdi nærri, var ein seymur eftir, tíverri.

Tað var stórur spenningur í gekka-spælinum í kvøld, tá Sámal Mattias í Miðvági snaraði hjólinum fyri mammu sína, sum hevði fingið fulla plátu.

 

Høvuðsvinningurin var á 1,6 miljónir krónur, sum mamman, Ásla Leila Johansen, valdi at koyra allar í ein leyp - gula leypin. 

 

Her var tískil bara eitt at fara eftir hjá soninum, sum gongur í 2. flokki. Tað var eftir stóra vinninginum, og tað var eisini um reppið, at tað eydnaðist.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 40.000 krónum, og áðrenn gekkaverturin í kvøld, Petrina Berg á Lag, hevði fingið stundir at spyrja, var svarið hjá Sámal Mattiasi:

 

- Vit koyra umaftur!

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, rímiliga nær bláa leypinum. - Okey, vit koyra einaferð aftrat, segði hin sjey ára gamli.

 

##med2##

 

Og tað var serliga í triðju og seinastu royndini, at spenningurin gjørdist stórur, rættiliga stórur eisini.

 

Tá hjólið steðgaði, sá næstan út til, at tað var steðgað á gula leypinum við 1,6 miljónum krónum, men tá tú hugdi nærri, var ein seymur eftir, tíverri.

 

- Men, kann eg ikki bara fáa gekkin allíkavæl, skemtaði hin sjey ára gamli. Tá helt gekkaverturin fyri, at hevði hon kunnað, so hevði hann fingið leypin!

 

##med3##

 

 

 

 

 

Tá hjólið steðgaði í triðju royndini, sá næstan út til, at tað var steðgað á gula leypinum við 1,6 miljónum krónum, men tá tú hugdi nærri, var ein seymur eftir, tíverri.

Her er Sámal Mattias, sum var fjarritari hjá mammu síni í kvøld.