Í fyrstu royndini var um reppið, at hjólið steðgaði á bláa leypinum við 900.000 krónum í, men tíverri endaði vinningurin niðri á 20.000 kónum í triðju og seinastu royndini í kvøld.

Bert ein seym frá 900.000 krónum

Tað eydnaðist Martini Johannesen at vinna sær 20.000 krónur í gekka-spælinum í kvøld, har høvuðsvinningurin var á 2,6 miljónir krónur.

Í fyrstu royndini var um reppið, at hjólið steðgaði á bláa leypinum við 900.000 krónum í, men tíverri endaði vinningurin niðri á 20.000 kónum í triðju og seinastu royndini í kvøld.

Teir vóru fýra mans saman í Havn í kvøld. Tveir hugdu at HM í fótbólti og tveir spældu Gekk.

 

Soleiðis segði Høgni Djurhuus, sum í kvøld var fjarritari fyri Martin Johannesen, ið hevði fingið fulla plátu.

 

Høgni segði, at Martin var ov smæðin at tosa við gekka-vertin í kvøld, sum var Magnus Magnussen.

 

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 2,6 miljónir krónur, sum Martin valdi at deila í teir tríggjar leyparnar.

 

Í fyrstu royndini var um reppið, at hjólið steðgaði á bláa leypinum við 900.000 krónum í.  

 

Men, ólukkutíð streyk hjólið bert ein seym fram við bláa leypinum, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.

 

Hjólið steðgaði á 20.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið Martini 60.000 krónur.

 

Hann valdi at royna aftur, og í aðru royndini steðgaði hjólið á 40.000 krónum, sum hevði givið honum 80.000 krónur.

 

- Vit taka eisini síðstu ferð, vóru boðini hjá Martini, sum Høgni bar víðari til gekka-vertin.

 

Í triðju royndini steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum, og hetta gjørdist vinningurin í kvøld.

 

Vegna Martin Johannesen, takkaði Høgni Djurhuus og helt fyri, at 20.000 krónur eru eisini pengar.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Í fyrstu royndini var um reppið, at hjólið steðgaði á bláa leypinum við 900.000 krónum í, men tíverri endaði vinningurin niðri á 20.000 kónum í triðju og seinastu royndini í kvøld.

Vertur í gekka-spælinum í kvøld, var fryntligi, Magnus Magnussen.