Næstsíðsta sunnudag fóru klaksvíkingar av Dungasandi í Sørvági við 5-0 sigri. Hetta er nógv størsti sigur, sum KÍ nakrantíð hevur vunnið á útivølli ímóti 07 Vestur.
Tølini siga, at tað er í verjupartinum, at tað haltar hjá 07 Vestur. 29 mál eru farin ígjøgnum í níggju teimum fyrstu umførunum. 07 Vestur hevur skorað 12 mál, sum er fleiri enn EB/Streymur, B68 og TB.
Tølini siga, at KÍ hevur higartil skorað flest mál av øllum, og at tað eru fæst mál farin ígjøgnum hjá KÍ.
Í fimm dystum ímóti fimm teimum niðastu á støðutalvuni hevur KÍ vunnið fulla úrtøku við málmuninum 21-1.
Vágamenn vunnu leygarkvøldið fyrsta stigið ímóti einum av toppliðunum. Tað var á útivølli ímóti NSÍ, har úrslitið var 1-1.
Hjá 07 Vestur er Tór-Ingar Akselsen um at vera tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur í økslini, síðani 07 Vestur á summarmála vann 4-2 í Trongisvági.
Hjá KÍ er Heini Vatnsdal leikbannaður eftir reyða kortið í 4-0 sigrinum ímóti B36 sunnudagin.
Jóannes Bjartalíð var ikki við ímóti B36, men hann verður í ferðalagnum vestur í Vágar.