Besta hálvár fyri útflutning av norskum sjómati nakrantíð

– Hetta eiga vit at vera errin av, tí hetta kemur ikki av sær sjálvum, sigur norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen.

 

Í útflutningsvirðinum hjá Noregi telur havbúnaður væl meira enn fiskiveiða.

 

 

Útflutningurin av norskum sjómati - serliga fiski og laksi - var í fyrra hálvári í ár størri í virði enn nakrantíð áður. 

 

Fyrstu seks mánaðirnar í ár útflutti Noreg fyri 53,7 miljardir norskar krónur, sum svarar til slakar 40 miljardir í okkara peningi. 

 

Hetta er sambært iLaks ein virðisøking í mun til fyrra hálvár í fjør á eitt gott prosent - ella 646 norskar miljónir, sum svarar til 478 miljónir í okkara peningi.

 

- Hóast krónan er styrkt, og at marknaðirnir framvegis eru merktir av koronu-kreppuni, er fyrra hálvár í ár tað besta í Noregi nakrantíð í virði.

 

Stjórin í Norges Sjømatråd, Renate Larsen, sigur í tíðindaskrivi, sum iLaks endurgevur, at stóri eftirspurningurin eftir heilsugóðum, tryggum og burðardyggum norskum sjómati er týdningarmiklasta orsøkin til útflutningsmetið.

 

Hon vísir á, at hetta eru góð tíðindi fyri útflutningin av norskum sjómati. Útflutningurin er størri enn góða hálvárið í 2019, og sjálvt ikki heimsumfatandi farsóttin hevur megnað at steðgað vøkstrinum.

 

Norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, heldur, at norskt vinnulív eigur rós fyri góða úrslitið. 

 

- Norskur sjómatur er eftirspurdur úti á marknaðinum, og eg trúgvi, at eftirspurningurin fer at veksa enn meira, tá samfeløgini fara at gerast meira opin aftur, leggur Odd Emil Ingebrigtsen aftrat.

 

##med2##

 

 

 

Í útflutningsvirðinum hjá Noregi telur havbúnaður væl meira enn fiskiveiða.

Hetta eru norskar krónur. Umskrivað til føroyskar krónur skal talið faldast við 0,73.