Besta gongdin hjá Brentford í bestu deildini síðani 1937

Tað gongur væl hjá Thomas Frank og hansara monnum í Brentford

Brentford er í holt við eitt knasandi flott kappingarár í Premier League. Teir hava vunnið á bæði Manchester City, Manchester United og Liverpool hetta kappingarárið, og liggja á einum áttanda plássi við 29 stigum.

 

Dámligi danski høvuðsvenjarin, Thomas Frank fær ein stóran part av æruni fyri góðu gongdina. 

 

Brentford eru í løtuni ósigraðir sjey dystir á rað í bestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Og tað eru ræðuliga nógv ár síðani teir høvdu eina so góða gongd í bestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Vit skulu heilt aftur til 1937 fyri at finna eina líka góða gongd hjá Brentford í bestu ensku fótbóltsdeildini. 

 

Komandi tveir dystirnar spælir Brentford móti Leeds og Southampton, so møguleikarnir fyri, at teir leggja aftrat góðu gongdini eru góðir.