Besta árið hjá Bilrøkt nakrantíð

2015 gjørdist av sonnum eitt minniligt ár fyri smápartafelagið Bilrøkt og smápartafelagið Bilrøkt Fastogn. Talan gjørdist nevniliga um besta ár nakrantíð hjá feløgunum, skrivar Vinnan, ið er vinnublaðið hjá Miðlahúsinum, ið varð borið út til handlarnar mánadagin.


- Fýra milliónir í avlopi áðrenn skatt. Hetta er tað sum Bilasølan hevði á botnlinjuni í 2015. Hetta er samstundis nógv tað besta árið hjá Bilrøkt nakrantíð, skrivar blaðið.


Tað er munandi betri enn í 2014, tá feløgini høvdu eitt avlop á 1,5 millión krónur.


Serliga er tað vøksturin í bruttovinninginum, ið er orsøkin til góða roknskapin hjá felagnum. Feløgini høvdu ein bruttovinning á 10,3 milliónir krónur í 2015, og er tað ein vøkstur á umleið 50 prosent eftir bert einum ári.


Tað eru feðgarnir Jákup og Heini á Borg, ið eiga fyritøkuna, har 20 fólk starvast.


Til ber at lesa meira um roknskapin hjá Bilrøkt og øðrum feløgum í Vinnu.