Besti festivalmaturin higartil á G!

Á G! leggja vit stóran dent á at menna matútboðið og alsamt bjóða betri dygd til okkara gestir. Síðani 2008 hava vit havt eitt tætt og gott samstarv við Hvonn og Gist og Vist samtakið, sum hevur snúð seg um at gera matútboðið betri fyri hvørt ár.

Á G! leggja vit stóran dent á at menna matútboðið og alsamt bjóða betri dygd til okkara gestir. Síðani 2008 hava vit havt eitt tætt og gott samstarv við Hvonn og Gist og Vist samtakið, sum hevur snúð seg um at gera matútboðið betri fyri hvørt ár.

 

Í ár taka vit enn eitt stig upp.

 

Búðirnar frá Hvonn bjóða alt frá sushi til grillað lambskjøt, spagetti bolognese til pitabreyð, tvíflísir, høsnasúpan og nachos.

 

Áarstova umborð á M/S Thorshavn

Seinastu árini hava vit eisini arbeitt við at bøta um møguleikarnar hjá fólki at kunna seta seg niður og njóta matin í eitt sindur meira “matstovukendum” umstøðum. Eitt stórt stig var at fáa Áarstovu inn á økið. Fyrst í einum eldri húsum og síðani í fjør umborð á M/S Thorshavn. Áarstova er aftur umborð á M/S Thorshavn útfyri sandin í ár fríggjadag og leygardag. Tú verður rógvin út á skipið, har tú fært vælkomudrykk, og síðani verður serverað fiskasúpan, Áarstovubógvurin og rabarbutrifli. Plássini eru avmarkað, og tí er skilagott at bílleggja borð á:

http://events.gistogvist.fo/Event/EventView.aspx?DocumentID=5305

 

Matstova í Valhøll

Eitt nýtt tilboð at njóta ein góðan bita undir taki er í ár inni í Valhøll, sum undanfarin ár hevur verið nýtt til starvsfólkahølir. Valhøll er umskipað til eina Hvonn matstovu, við hummarasúpan, dampaðum toski við rækjumousse, spareribs og rib-eye, umframt spagetti bolognese til børnini, og súreplaterta og sjokolátakøka omaná. 

 

Matstovan í Valhøll er ein sonevnd “gakk inn” matstova, har tað ikki ber til at bíleggja borð framanundan, men tú gongur bara inn.

 

Matveitsla: Ein makrel í part

Eitt annað tiltak, sum verður endurtikið í ár, er stóra ókeypis matveitslan leygardagin seinnapart. Seinastu tvey árini hava yvir 2.000 fólk leita sær oman á sandin at fáa ein góðan bita tilvirkaðan úr føroyskari rávøru. Í fjør fingu tey saltfisk frá okkara sterkasta saltfiskabrandi PRG og fyrraárið var tað laksur frá Hidden Fjord. Í ár verða 2000 makrelar frá P/F Varðanum grillaðir á sandinum í samstarvi við Gist og Vist samtakið. Makrelur er ikki bara gott fyri landskassan, tað er eisini av allarbest smakkandi rávøru úr havinum. Og vit servera stutt og greitt ein makrel í part. Makrelurin er skorin til flak og pakkaður í staniol, og síðani grillaður. Hvør gestur fær síðani sín egna makrel at eta saman við sós og eplum.

 

Hoyggjhúsið

Matátakið við longstu søguni á G! er sølan av breyði við føroyskum viðskera, sum er í gamla hoyggjhúsinum hjá Húsgarði. Har hevur kórið Eystanljóð selt mat og drekka síðani fyrsta G! Festivalin í 2002, og tað gera tey aftur í ár. Í hoyggjhúsinum fæst drýlur við skerpikjøti og rullupylsu, turrur fiskur og eplir, formakaka, muffins og pitsasniglar.

 

KOKS við Skerpa

Sum nakað heilt nýtt og forkunnugt, verður spildur nýggi ábitshjallurin hjá KOKS, ið tey kalla Skerpi, innvígdur á festivalinum. Skerpi er ein flytbarur hjallur, ið KOKS hevur latið byggja við tí endamáli at kunna seta hann út í náttúruna og bjóða smáum samkomum, t.d. matjournalistum ella øðrum matáhugaðum ein serliga góðan bita, inni har, sum so stórur partur av kørmunum fyri okkara serligu matmentan vera settir - føoyska hjallinum. Skerpi er innrættaður sum ein hjallur, men hevur eitt lítið rúm við benkrum og borði, so til ber at sita hjá nøkrum fólkum. Tað verður Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, sum kemur at skipa fyri tiltøkunum í Skerpa á G!