Eftir 713 dystir í Chelsea troyggjuni gevst 36 ára gamli John Terry nú í barndómsfelagnum, Chelsea. Miðverjin og liðskiparin í felagnum hevur spælt fyri besta liðið hjá Chelsea í 19 ár, men hetta verður hansara seinasta kappingarár.
- Orð kunnu ikki lýsa kærleikan, sum eg havi fyri Chelsea og viðhaldsfólkunum her. Eg vil gjarna takka hvørjum einasta einum av tykkum frá hjartanum fyri stuðulin, ið tit hava víst mær gjøgnum árini, sigur John Terry millum annað við heimasíðuna hjá Chelsea.
Hann hevur ikki tikið avgerð um hvat framtíðini bjóðar. Eftir 538 dystir sum liðskipari fyri Chelsea, og vinnari av fýra Premier League meistaraheitum, fimm FA Cup steypum, einum Europa league heiti og ikki minst einum Champions League heiti, so verður mett, at hann hevði verið eitt gott boð upp á ein framtíðar venjara hjá felagnum.
Besti nakrantíð
Fyrrverandi liðfelagin og vinmaðurin, Frank Lampard, heldur at John Terry er besti miðverjin í Premier League søguni.
- Tað hevur verið ein æra, at spæla saman við besta miðverjanum í søguni í Premier League. Faktist, so haldi eg at hann kann mátast við teir bestu í heiminum í øllum tíðarskeiðum, sigur Frank Lampard.
Vìðari sigur Frank Lampard, at øll ikki síggja alt tað arbeiði, sum John Terry hevur gjørt fyri Chelsea. Teir spældu saman í Chelsea frá 2001 til 2014. Somuleiðis hava teir verið liðfelagir á enska landsliðnum.
- Hann gekk á odda fyri felagið frá tí hann spældi sín fyrsta dyst. Hann er ein legenda í felagnum, men ikki bara tí hann var ein góður fótbóltsspælari, men eisini tí gjørdi so nógv fyri at fáa tað besta úr øðrum, sigur Frank Lampard á sosialu miðlunum.
Í hesum døgum verður nógv tosað um hvørt hann er tann besti í Premier League tíðini. Her verða spælarar sum Tony Adams, Rio Ferdinand, Sol Campbell og Nemanja Vidic nevndir.
John Terry í tølum:
Dystir fyri Chelsea: 713
Liðskipari: 538
Premier League meistaraheiti: 4 (Kann vinna tað fimta hetta kappingarárið)
FA Cup: 5 (Kann vinna sætta hetta kappingarárið)
Liga Cup: 3
UEFA Champions League: 1
UEFA Europa League: 1
Ársins spælari í Premier League: 2004/05
Á ársins liði: 4 (2003/04, 2004/05, 2005/06, 2014/15)