Betri at vera pensjónistur

Á tíðindafundi mánadagin, løgdu Fíggjarmálastýrið og Almanna- og Heilsumálastýrið fram samgonguuppskot um broytingar í skattalógini. Nú skal verða betri at vera pensjónistur og lógin skal gerast einføld at umsita

Tá pensjónistar fáa útgjald næstuferð, vóna Helena Dam á Neystabø og Karsten Hansen, at skattaviðurskiftini eru í lagi, so at bøtast kann um mistakið sum hendi, tá pensjónirnar vórðu hækkaðar við ársbyrjan. Tá hendi tað, at skatturin hækkaði, so pensjónistar sótu eftir við færri pengum í hondini, enn frammanundan.

Á tíðindafundi mánadagin løgdu Fíggjarmálastýrið og Almanna- og heilsumálastýrið fram uppskot, sum er samtykt í samgonguni, um broyting viðvíkjandi skatting av pensjónum.

Uppskotið hevur eftir ætlan við sær, at pensjónistar í framtíðini eru betri fyri peningaliga.

Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum fáa tey mest, sum eru støk og fáa lægstu fyritíðarpensjón. Tey fáa umleið 26.000 krónur meira í ár, í mun til í fjør.

Fólkapensjónistur, sum er stakur, fær umleið 12.000 krónur meira í ár, enn í fjør. Fólkapensjónistur, sum er giftur við pensjónisti, fær 8000 krónur meira.

Lægsta vøksturin fáa tey, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón. Tey fáa umelið 4000 krónur meira í ár.

Roknað er útfrá, at kommunu- og kirkjuskattur er 24%.

Karsten Hansen sigur, at soleiðis verður eingin verri fyri, enn hetta.

Hann sigur, at uppskotið er neutralt fyri kommunur og landskassa. Hvørgin teirra vinnur nakað við, at pensjónirnar hækka.


Sosialpolitikk ígjøgnum skattalógina

Karsten Hansen metir tó, at tað er óheppi at føra sosialpolitikk ígjøgnum skattalógina.

Men bæði Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø leggja dent á, at talan er um eina bráðfeingisloysn. Tey vísa eisini á, at lógin er einføld at umsita.

Broytingar verða ikki gjørdar í nýggju pensjónslógini nú, men arbeiðið at finna útav, hvussu skipanin skal virka framyvir, fer nú ígongd.

Ætlanin var sjálvsagt ongantíð, at nakar skuldi missa nakað við nýggju lógini, men við ætlaðu broytingunum í skattalógini verður bøtt um hetta. Men Karsten Hansen sigur, at til ber ikki at loysa trupulleikan hjá teimum, sum komu illa fyri í januar, tí talan er um tvey ymisk skattaár. Men ætlaðu broytingarnar í skattalógini virka frá 1. januar, og tí verður á tann hátt javnað út.

Uppskotið, sum samgongan er komin við, skal fyrst fyri í Løgtinginum, men Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø vóna, at tingið arbeiðir so mikið skjótt, at broytingarnar virka, tá pensjónistar fáa útgjald næstuferð.