Betri hjálp til kvinnur

Kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi, fáa nú meiri hjálp

Kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi fáa nú betri møguleika fyri at søkja sær hjálp.


Tað hendir nú Annika Olsen, landsstýriskvinna, landsstýriskvinna í almannamálum styrkir tann partin av heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum, sum umfatar sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur.

 

Tískil verður játtanin til hetta endamálið hækkað 200.000 krónur næsta ár.

 

Játtanin til Kvinnuhúsið, sum samskipar hetta arbeiðið, hevur fylgt heildarætlanini, men tað hevur víst seg, at tørvur er á meiri pening til sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur.

 

Starvsfólk í Kvinnuhúsinum og sálarfrøðingar, sum arbeiða innan hetta økið, siga, at kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi í longri tíð, hava brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp í eina tíð, og meiri, enn tær tvær tríggjar viðtalurnar, heildarætlanin upprunaliga leggur upp til.

 

- Við øktu játtanini skuldi verið gjørligt hjá fleiri kvinnum at fáa hjálp, eins og tær einstøku kvinnurnar eisini kunnu fáa fleiri viðgerðir hjá sálarfrøðingi, sigur Annika Olsen.