Biden ávarar: Telduálop kunnu elva til veruligt kríggj

USA hevur í ár verið fyri fleiri umfatandi hakkaraálopum, sum landið leggur Kina og Russlandi fyri at standa aftanfyri.

Joe Biden heldur røðu undir eini vitjan hjá amerikansku fregnartænastuni. - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix

Joe Biden heldur røðu undir eini vitjan hjá amerikansku fregnartænastuni. - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix

USA kann í evsta føri enda í einum »veruligum kríggi við kúlum« móti øðrum stórveldi, um landið verður fyri einum serliga skaðandi telduálopi.

 

Tað segði Joe Biden forseti í gjár í eini røðu í sambandi við eina vitjan hjá amerikansku fregnartænastuni.

 

Teldutrygdin er seinastu mánaðirnar komin ovast á skránna hjá umsitingini hjá Biden, eftir at USA er rakt av fleiri stórum telduálopum.

 

Og viðmerkingin hjá forsetanum leggur dent á, hvat stjórnin í Washington D. C. heldur vera eina vaksandi hóttan frá Russlandi og Kina.

 

Telduálopini hava enn tá ávirka veitingar av brennievni og matvørum í pørtum av USA, og tey kunnu í ringasta føri fáa enn álvarsamari avleiðingar.

 

– Eg haldi, at tað er meira enn sannlíkt, at um vit enda í einum veruligum kríggi við kúlum ímóti einum stórfeldi, so verður tað sum úrslit av einum telduálopið við umfatandi avleiðingum, segði Biden í røðu síni.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

Joe Biden heldur røðu undir eini vitjan hjá amerikansku fregnartænastuni. - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix