Biden hevur álit á verjuovastanum í USA

Biden vísir nú sítt álit á høgan heryvirmann, sum eftir øllum at døma steðgaði ávirkanini hjá Donald Trump á kjarnorkuvápn.

Joe Biden forseti sigur, at hann hevur fult álit á verjuovastanum, Mark Milley, generali. - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin Joe Biden sigur, at hann hevur »fult álit« á lansins verðurovasta, Mark Milley, generali.

 

Tað hendir, eftir at tað er komið fram, at Milley tvær ferðir tosaði við kinesiska mótpartin um mentalu støðuna hjá táverandi forsetanum, Donald Trump.

 

Í 2020 misti Trump eftir øllum at døma í loydnum møguleikan at geva boð um kjarnorkuálop ella at seta hernaðartiltøk í verk sínar síðstu dagar í Hvítu Húsunum.

 

Tað skrivar tann kendi journalisturin Bob Woodward og starvsfelagi hansara, Robert Costa, í komandi bók teirra, »Peril«, sambært amerikanska miðlinum CNN.

 

– Forsetin hevur fullkomið álit á leiðsluni hjá Milley, og patriotisma og trúskapi hansara fyri grundlógini, sigur talskvinnan í Hvítu Húsunum, Jen Psaki.

 

Sambært bókini hjá Woodward og Costa var Milley generalur bangin fyri, at hvat Trump kundi finna uppá eftir at hava tapt valið, at hann í loydnum setti seg í samband við kinesiska verjumálaráðharran. Samrøðan skuldi vissa Kina um, at USA ikki vildi fara í kríggj.

 

Milley segði sjálvur í dag, at telefonsamrøða hasara við Li Zoucheng general var í tráð við arbeiði hjá sær sum verjuovasti.

 

Sambært bókini var Millley so skelkaður av álopinum á Kongressina í januar, at hann kallaði inn til loyniligan fund í Verjumálaráðnum. Her gav hann boð um, at eingin skuldi taka ímóti boðum frá Trump, uttan at Milley sjálvur varið við.

 

Teir báðir journalistarnir frá The Washington Post koma í bókini við nýggju smálutum um nyttuleysu royndina hjá Trump at broyta úrslitið av forsetavalinum í 2020.

 

Eftir álopið, tá fimm fólk doyðu, segði fleirtalsleiðarin hjá Demokratunum, Nancy Pelosi, at hon fór at tosa við amerikanska verjuovastan um møguleikan fyri at forða Trump forseta at byrja eitt kjarnorkukríggj.

 

Atfinnarar hava sagt, at Milley við sínum gerðum breyt prinsippið um sivilt eftirlit við herinum. Og Trump sjálvur sigur, at Milley er ein landasvíkjari, um upplýsingarnar í bókini eru rættir.

 

/ritzau/AFP

 

 

 

 

 

Joe Biden forseti sigur, at hann hevur fult álit á verjuovastanum, Mark Milley, generali. - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix