Biden lovar øðrvísi tilgongd til ES samstarvið enn Trump

Tað var ikki eita á kurteisi á toppfindinum í Brússel, har ES oddafólk hittu amerikanska forsetan Joe Biden

Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, heldur at forsetavitjanin í Brússel vísir, at hann tekur viðurskiftini í álvara. - Foto: Yves Herman/Reuters

Tað vóru eldhugað ES oddaf ólk, sum í dag buðu amerikanska forsetanum, Joe Biden, vælkomnum til toppfund í Brússel.

 

– Tú ert aftur í Brússel, og Amerika er aftur á heimspallinum. Tað eru góð tíðindi fyri okkara sameindu og góð tíðindi fyri heimin.

 

– Vit eru ógvuliga fegin um at arbeiða saman við tær um týdningamiklar avbjóðingar, sigur ES forsetin Charles Michel við Biden á reyða teppinum á veg inn á fundin.

 

Joe Biden svarar, at hann er spentur upp á samstarvið, sum hann sær nógvar møguleikar í.

 

– Amerika er aftur. Vit hava ongantíð verið heilt burturi. Men vit vilja fegin leggja dent á, at tað er í ovurstóran mun er í okkara áhugamálum at hava góð viðurskifti við Nato og ES.

 

– Eg hava øðrvísi sjónarmið enn undanmaður mín, sigur hann og vísi til fyrrverandi forsetan Donald Trump, sum var ein stór diplomatis avbjóðing á Nato-toppfundum.

 

Biden var á einum Nato toppfundi í Brússel í gjár, har tað frá fleiri síðum var gjørt greitt, at tey fegnaðust um, at USA var umboðað við nýggjum forseta.

 

ES-nevndarformaðurin Ursula von der Leyen, heldur, at vitjanin hjá forsetanum í Brussel vísir, at hann tekur viðurskiftini í álvara.

 

– Tamm veruleikin, at tú ert her so tíðliga í tínum embætisskeiði, haldi eg, strikar undir títt persónliga samband við Evropa. Og tað virðismeta vit í stóran mun.

 

– Tey seinastu fýra árini hava ikki verið løtt. Heimurin hevur broytt seg dramatiskt. Evropa hevur broytt seg. Men vit vilja leggja dent á fyri tær, at vit eru vinir og sameind og fegnast um at samstarva, segði hon við Biden.

 

Í dag er fyrsti toppfundur millum ES og USA síðani mai í 2017.

 

/ritzau/

 

 

 

Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, heldur at forsetavitjanin í Brússel vísir, at hann tekur viðurskiftini í álvara. - Foto: Yves Herman/Reuters