Amerikanski forsetin Joe Biden tók í kvøld okkara tíð ímóti donsku forsætisráðfrúnni, Mette Frederiksen, í Ovala Rúminum. Tá fundurin byrjaði vísti Biden á felags virði millum USA og Danmark, sum forsetin lýsti sum »ein av bestu sameindu hjá USA«. - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix

Biden við Mette: Danmark er ein av okkara bestu sameindu

Eitt av teimum virðum, sum Danmark og USA eru felags um, eru mótstøðan ímóti russiskum ágangi, sigur Biden við Mette Frederiksen

Amerikanski forsetin Joe Biden tók í kvøld okkara tíð ímóti donsku forsætisráðfrúnni, Mette Frederiksen, í Ovala Rúminum. Tá fundurin byrjaði vísti Biden á felags virði millum USA og Danmark, sum forsetin lýsti sum »ein av bestu sameindu hjá USA«. - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix

– Danmark er ein av okkara bestu sameindu og trúføstu vinum.

Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, tá fundurin teirra millum byrjaði í Hvítu Húsunum í dag. 

– Vit hava nógv av teimum somu virðunum, sigur Biden og sipaði til, at danska forsætisráðfrúan er á vitjan í Washington D. C. á danska grundlógardegnum.

– Eitt av virðunum snýr seg um russiska ágangin, sigur Joe Biden um stuðulin til Ukraina. 

Hann takkaði millum annað forsætisráðfrúuni fyri verjusamstarvið millum Danmark og USA.

Og hann takkaði fyri arbeiði hjá Danmark fyri grønu umleggingini.

– Takk harra forseti, deiligt at síggja teg aftur og at vera her. Eg vil fegin takka tær fyri tín leiðsluhátt, ljóðaði svarið frá Mette Frederiksen.

– Vit vilja halda fram við úr einum donskum sjónarhorni stórum stuðli til Ukraina, vissaði hon.

Eftir nakrar fáa setningar frá amerikanska forsetanum og donsku forsætisráðfrúuni, stríddust tíðindafólkini um at sleppa at seta teimum spurningar, áðrenn tey vóru fylgt út úr Ovala Rúminum.

Forsætisráðfrúan varð móttikin í Hvítu Húsunum klokkan 18.25 okkara tíð av protokolstjóranum og fyrrverandi sendiharranum í Danmark, Rufus Gifford.

Ein tími er settur av til fundin millum Joe Biden og Mette Frederiksen. Síðani verður roknað við, at forsætisráðfrúan fer at svara spurningum frá tíðindafólki.

/ritzau/