Bieber gøla í Oslo í kvøld

Justin Bieber sang ein sang, og fór so av pallinum í sinnismuni.

Justin Bieber hevði konsert á Chateau Neuf í Oslo í kvøld, men hetta gjørdist ein sera stutt framførsla.

 

Tá hann hevði sungið eitt lag, fór Bieber av palli, og lagið var alt annað enn gott.

 

Danskir og norskir miðlar skriva ymiskt um konsertina í kvøld. Onkur sigur orsøkina til stuttu konsertina vera, at fjepparar vóru ov nærgangandi, meðan onnur siga, at Bieber vildi hava fólk at lata vera við at blaka vatnfløskur og hella vatn inn um pallkantin.

 

Á einum filmsbroti sæst hann eisini royna at turka frammi á pallinum, fyri síðani at blaka frá sær og taka til beins, tí hann fær ikki frið. So helst er orsøkin ein samanrenning av ymsu útsøgnunum.

 

Bieber hevur á Instagram eina longri frágreiðing í kvøld, sum í stuttum gongur út uppá, at hann hevur havt eina harða viku, har hann hevur sovið lítið. Hann biður orsaka og lovar,  at næstuferð verður betri.

 

Bieber, sum sigst vera farin úr Noreg í kvøld í privatflogfari, útgevur tann 13. november nýggja fløgu, nevnd Purpose.

 

 

Omanfyri nevnda hending sæst her:  https://www.youtube.com/watch?v=W7p9hQCX_sU