Bilafestivalurin, sum byrjaði á Toftum í gjár, heldur fram í allan dag, og her er nógv ymiskt á skránni.
Alt tiltakið er á havnalagnum, og her eru tjøld og bestu umstøður og karmar um festivalin.
Tiltakið á Toftum er alt vikuskiftið, og tað verður ikki fyrr enn í annaðkvøld klokkan 18, at fyrireikararnir fara at takka fyri seg.
Á Facebook-vanganum - Bilafestivalurin - er neyv kunning um ymisku tiltøkini og fyriskipanirnar, sum eru á økinum.
Við at hyggja at kortinum niðanfyri, fæst ein ábending um, hvussu stóra festivaløkið er skipað.
Bilafestivalurin verður settur tíðliga seinnapartin í dag, og tað verður koyrilærarim, Benny Ejdesgaard, sum fer at seta festivalin í stóra tjaldinum.
##med2##
Í dag letur stóra tjaldið upp klokkan 13, og løtu seinni letur eisini spælilandið upp. Tá koma amerikanarabilar, ellisakfør, motorsúkklur og prutl inn á økið.
Pallborðskjak er eisini ein partur av skránni fyri Bilafestivalin, sum vit fara at venda aftur til í øðrum greinastubba, og hetta verður eisini tíðliga seinnapartin.
Høvið verður at keypa sær ein góðan festivalbúff frá klokkan 15, og her verður pylsuvognur.
Klokkan 15 verður tiltakið “Rípan”, sum er sonevnd dragrace-kapping fyri bilar av øllum sløgum og í fleiri støddum av motorum. Við í kappingini, sum verður skipað í tilsamans seks bólkum, verða eisini prutl.
Í dag verður eisini høvi at atkvøða um flottastu bilar, og klokkan 18 fer Kári Fossdalsá at framføra. Í kvøld millum klokkan 20 og 21 verða flottasta ellisakfar, flottasta prutl og flottasta motorsúkkla kosin.
Seinni í kvøld verður pub-quis um bilar og ymiskt annað, og kvøldið í kvøld endar við, at Signar í Homrum og Herborg Torkilsdóttir fara at spæla til dans til klokkan 04.
Í morgin heldur Bilafestivalurin á Toftum fram.
Tjaldið letur upp klokkan 14. Á økinum verður spæliland, og klokkan 17 í morgin verða flottastu bilar í ymiskum bólkum kosnir.
##med3##