Bilar til framsýningar og á uppboðssølu

Seinasta leygardag kl 10.00 byrjaði upboðssølan av bilum úti á Bilfríðkan í Smiðjugerði, har Bjørn á Heygum, advokatur, var uppboðsseljari. Fitt av fólki var samankomið, bæði at forvitnast og at bjóða uppá bilarnar.

Magnus Gunnarsson



Eisini sjálvboðin uppboðssøla

Hesar uppboðssølur eru ofta einar tvær ella tríggjar ferðir um árið, alt eftir hvussu nógv hevur hópað seg upp, sigur Bjørn á Heygum.

Hann hevur avtalu við Bilfríðkan um at hava uppboðssølurnar har. Treytirnar við hesum uppboðssølum eru, at goldið verður kontant ella at veitt verður bankatrygd fyri upphæddini. Onki minstamark er, og bilarnir verða seldir til hægstbjóðandi, sum keypa uppá egna risiko.

Nakrir bilar vóru eisini til sjálvbodna uppboðssølu, har kunnu tey, sum eiga bilarnar, seta eitt minstamark fyri, hvat tey vilja hava fyri teir.


Orkusparandi dieselbilar

Samstundis var opið hús, har bjóðað varð kaffi og køkur. Eisini var høvi at royna teir nýggjastu dieselpersónbilarnar hjá Fiat og aðrar brúktar bilar.

Fiat Brava og Punto hava teir nýggju framkomnu Unijet Common Rail Turbo dieselmotorarnar við Intercooler, sum geva góða kraft, og eru sera orkusparandi.

Báðir hava teir 1,9 litra motorar. Brava hevur 105 hk og koyrir 18,5 km/l, og Punto hevur 80 hk og koyrir heilar 20 km fyri hvønn litur.