Bilasølan vaks í juli

Tað vórðu seldir fleiri nýggir bilar í juli í ár í mun til juli í fjør

Hóast koronukreppan hevur gjørt álvarsliga vart við seg hjá bilasølunum, har sølan av nýggjum bilum higartil í ár er lækkað við 15,5 prosentum, so er tó framgongd í bilasølunu annan mánaðin á rað.

Tað vísa hagtøl frá Akstovuni.

Higartil í ár eru seld 1685 nýggj akfør í mun til 1993 sama tíðarkeið í fjør. Men taka vit bara julimánað í ár og bera saman við julimánað í fjør, so eru seld 17 akfør fleiri í julimánaði í ár: 266 í mun til 249 í fjør.

Tað er sølan av persónbilum, sum fyllir mest í hagtølunum. Har er afturgongdin higartil í ár 23 prosent. Seldir eru tilsamans 1123 persónbilar í ár í mun til 1462 sama tíðarskeið í fjør.

(Greinin heldur fram undir talvuni)

##med2##

Men aftur her síggja tølini fyri julimánað betri út. Seldir vórðu 189 persónbilar í juli í ár í mun til 164 í fjør. Ein vøkstur upp á 25 persónbilar.

Hetta er annar mánaðin á rað, at sølan av persónbilum er hægri í ár enn í fjør. Í juni í ár vórðu seldir 218 persónbilar í mun til 203 í fjør, ein munur upp á 15. Samlaða sølan av akførum var eisini hægri í juni í ár enn í juni í fjør, 343 akfør í ár í mun til 289 í juni í fjør.