Bilførarin í Barcelona skotin til deyðis

Maðurin, sum drap 13 fólk við vørubili í Barcelona, er skotin av sponsku løgregluni

Younes Abouyaaquob, sum er undir illgruna fyri at hava koyrt vørubilin, sum drap 13 fólk á Rambluni í Barcelona í farnu viku, eru nú skotin til deyðis av sponsku løgregluni.

El País skrivar, at løgreglan fann eftirlýsta mannin í Barcelona-forstaðnum Subirats í gjárkvøldið. Younes var í einum følskum bumbuvesti, tá ið løgreglufólk skutu hann.

Myndugleikarnir siga seg hava prógv fyri, at 22 ára gamli Younes Abouyaaquob, sum er ættaður úr Marokko, koyrdi vørubilin á Rambluni, og seinastu dagarnar hevur umfatandi leiting verið efitr honum.