Neymar Jr gjørdist stóran hetjan fyri vertstjóðina, sum í kvøld hevur vunnið fyrsta dystin í HM endaspælinum í Brasil. Tað stóð nógv á, tí Kroatia kom á odda 1-0. Talan var eisini um umstrítt brotsspark, sum avgjørdi dystin í seinna hálvleiki.
Skelkurin
Brasilska uppstillingin var sum væntað við Paulinho og Luis Gustavo á miðjuni,. Hulk, Oscar og Neymar aftanfyri Fred. Skelkurin fyri vertstjóðina kemur tíðliga í dystinum. Tað gongur javnt á, tá Kroatia fer í álop.
Les eisini: Brasil; HM favorittar við veikleikum
Dysturin er bara 11 minuttir gamal, tá sambaveitslan eina løtu er kvirr. Brasilski verjuspælarin Marcelo fær fótin á eitt innlegg, og endar við at skjóta bóltin í egið mál. Í 20 minuttir er fjáltur á vertstjóðini, men so traðkar superstjørnan, Neymar, fram á HM pallin.
Neymar bjargar Brasil
Tá dysturin er ein hálvan tíma gamal kemur forloysingin í Rio. Neymar sleppur til skot uttanfyri brotsteigin. Talan er ikki um nakað serliga hart skot, men neyvleikin bjargar Neymar, tí skotið tekur í stongina og trillar í mál.
Les eisini: Tíggju spælarar at halda eyga við
Í seinna hálvleiki kenna kroatar seg av røttum snýttar. Fyrst verður ikki bríkslað, tá Dani Alves fellur Ivica Olic, sum er á veg móti málinum. Síðani fær Fred, stóri og sterki tragetmaðurin hjá Brasil, brotsspark, tá hann tveitur seg í brotsteiginum. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at talan ikki er um brotsspark, men heldur um at framherjin yvirspælir hendingina.
Les eisini: Hvør vinnur HM? (Tín meining)
Yuichi Nishimura, japanski dómarin, er tó ikki í iva og peikaði á brotssparksblettin. Neymar tekur brotssparkið og skorar, men tað er ikki sannførandi, tí málverjin fær hondina á og skuldi helst havt tikið skotið.
Kroatar óhepnir
Í tíðini, sum er eftir trýstir Kroatia. Teir koma í fleiri góðar støður, antin er ein fótur fyri, ella er seinasta avleveringin ikki nóg neyv.
Les eisini: HM sáttmálin til pør
Tað endar alt við, at Brasil fer í mótálop og skorar. Oscar fær fatur á bóltin og komin móti brotsteigarmarkinum setur hann stórutá á bóltin og skorar til endaliga úrslitið 3-1.
HM bólkaspæl – Bólkur A:
Brasil – Kroatia 3-1 (1-1)
0-1 Marcelo, 11 Sjálvmál
1-1 Neymar Jr, 29
2-1 Neymar Jr, 71 br
3-1 Oscar, 90+3
Brasil: Julio Cesar, Dani Alves, Thiago Silva, Luiz, Marcelo, Paulinho (Hernanes 63), Gustavo, Hulk (Bernard 68), Oscar, Neymar (Ramires 88), Fred.
Á bonkinum: Jefferson, Fernandinho, Dante, Maxwell, Henrique, Willian, Jo, Maicon, Victor.
Gul kort: Neymar
Kroatia: Pletikosa, Srna, Corluka, Lovren, Vrsaljko, Modric, Rakitic, Perisic, Kovacic (Brozovic 61), Olic, Jelavic (Rebic 78).
Á bonkinum: Zelenika, Pranjic, Vukojevic, Schildenfeld, Sammir, Vida, Eduardo, Subasic.
Gult kort: Corluka