Bill Gates hevur fingið koronu

- Eg havi veik sjúkueyðkenni, men eg fari at halda meg fyri meg sjálvan, til eg eri frískur aftur, sigur hann.

 

Korona er ikki liðugt, tó at vit í Føroyum ikki hava so nógv fokus á smittuna longur. 

 

Her søgdu vit bara, at nú er korona liðugt - og so var korona mest sum liðugt.

 

Merkiligt, kanska.

 

Og tó. 

 

Tað er ikki langt síðan, at nøkur fólk í Føroyum vóru illa sjúk við koronu.

 

Í kvøld frættist, at Bill Gates, miljarderur og microsoft-stovnari, hevur fingið koronu.

 

Tað skrivar hann á Tvitter.

 

- Eg havi veik sjúkueyðkenni og fylgi ráðum frá serfrøðini.

 

Bill Gates sigur, at hann fer at halda seg fyri seg sjálvan, til hann er frískur aftur.