Heilsumál
Ragnhild Ellingsgaard
- Í dag er ein fundamentalistur sum oftast ein, ið spreingir seg sjálvan í luftina. Tað hevði eg ongantíð kunna gjørt, sigur Bill.
Hann sigur víðari, at kristna læran byggir á, at Jesus jú lat sítt egna lív.
- Hann drap ikki onnur, men offraði seg sjálvan. Harumframt lærir hann okkum at hjálpa øðrum við at leggja okkara egna lív niður. Hetta samsvarar jú als ikki við nakra fundamentalismu, heldur Bill Justinussen.
Sum teim flestu kunnugt, so hevur nýggi landsstýrismaðurin í Familju- og Heilsumálum eina greiða lívsáskoðan, sum byggir á tey kristnu virðini.
Til tíðir hevur hetta havt hug til at ljóða harðari enn málini, hann hevur arbeitt við. Hóast Bill Justinussen er eitt nýtt blað innan landsstýrismál, so hevur hann longu fingið nógva umtalu. Bæði í fjølmiðlunum, og eisini manna millum.
Hansara greiðu meiningar um fosturtøku og rúsdrekkamál gjørdust kjakevni, og seinast hoyrdu vit um journalar hjá sjúklingum, sum skuldu gjøgnumlesast.
- Fólk fingu møguliga varhuga av, at eg ætlaði mær at lesa journalin hjá øllum, sum av eini ella aðrari orsøk hava framt fosturtøku. Men hetta er als ikki mín ætlan. Endamálið var bara at fáa nakrar heildarupplýsingar gjøgnum journalarnar. Ikki at granska persónlig viðurskifti, greiðir Bill frá.
Í dag hevur einans læknin og sjúklingurin sjálvur atgongd til hvønn einstakan journal, og soleiðis heldur Bill eisini, at tað eigur at vera.
- Trupulleikin er bara, at tað finnast nærum eingi hagtøl innan heilsuverkið, og tí fært tú heldur ikki farið undir nærri kanningar av nøkrum. Orsøkin er sjálvandi, at KT-útbúnaðurin á økinum er alt ov lítil, og tí fer øll mannagongd fram manuelt. Hetta er avgjørt eitt av evnunum, ið eg vil virka fyri at broyta, sigur Bill.
Vitjar stovnar um landið
Í seinstu vikuni setti Bill skjøtul á eina ferð, sum umfatar vitjanir av øllum teim stovnunum, ið hann sum landsstýrismaður í Familju- og Heilsumálum hevur um hendi. Byrjað var á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn, og fyri framman standa millum annað vitjanir av sjúkrahúsunum í Klaksvík og á Tvøroyri.
Endamálið er at fáa eitt innlit í, hvussu allir hesir ymsu stovnar í veruleikanum eru settir saman.
- Eg havi ein stóran áhuga í at hitta starvsfólkini á stovnunum, og á tann hátt fáa tey at greiða frá teirra sjónarmiðum um arbeiðsplássið. Eg vil fegin hoyra, hvørjar broytingar tey ynskja á teirra økjum, umframt at eg eisini vil geva pláss fyri teim tonkum, sum tey dagliga ganga við, sigur Bill.
Onkur annar vildi møguliga nýtt telefonina til hetta, heldur enn farið runt alt landið at ferðast. Men ikki Bill.
- Tú fært ikki eitt veruligt samskifti í lag gjøgnum telefonina. Eg vil fáa eitt innlit í øllum funktiónunum, sum eru á einum stovni. Sum ein vanligur brúkari hevur tú onga heildaruppliving av t. d. heilsuverkinum, men kennir bara eina funktión. Tá er ikki lætt at skula verða viðvirkandi til at fremja nakrar broytingar innan alt verkið sum eina heild, heldur Bill.
Lívsdygdin styrkjast
Sum landsstýrismaður í Familjumálum er Bill Justinussen komin inn á eitt økið, sum hann sjálvur metir hevur havt ov lítlan týdning seinastu árini. Á politiska vígvøllinum hava menn heldur tosa um vinnupolitikk og annað, ið skal fáa pengarnar á rull í okkara lítla landið. Ein ítøkiligur familjupolitikkur hevur ikki havt nakað fast sætið, og hetta hevur eisini havt sína ávirkan á tey mál, sum hava verið umrødd.
- Men í veruleikanum er famliljan kjarnin í samfelagnum, sigur Bill og vísir á yvirlýsingina hjá EF, sum eisini vísir á familjuna sum ein kjarna.
- Seinastu tíðina hava vit bara lagt til merkis, at hetta samsvarar ikki júst við samfelagið, sum vit liva undir í dag. Denturin verður heldur lagdur á arbeiðslívi og umstøðurnar rundan um arbeiði. Familjan kemur í aðru røð, og noyðist hon at laga seg til arbeiðsumstøðurnar, heldur Bill.
Hann greiðir víðari frá, at hetta eisini setur alsamt størri krøv til barnaansingar-møguleikar, eldraíbúðir, frítíðarskúlar og so víðari. Familjan hevur stutt sagt ikki nóg mikið av tíð til hvønn annan, og tí mugu aðrir møguleikar finnast ístaðin.
- Heimið er meir ella minni vorðið eitt sovistað, sigur Bill.
Hetta er eisini eitt av teim málunum, sum Bill væntandi kemur at nýta nógva tíð saman við. Longu nú hevur hann greiðar ætlanir fyri, hvussu farið skal verða í gongd. Ein av ætlanunum umfatar eina kanning, sum skal lýsa støðuna hjá føroysku familjunum í dag.
- Her hugsi eg um eina kanning, har vit seta bæði foreldrum og børnum nakrar spurningar fyri at finna útav, hvat tey í veruleikanum ynskja av samfelagnum og hvør øðrum. Er teirra støða í dag optimal, ella kunnu broytingar gerast fyri at fáa hana optimala ? Svarini frá hesi kanning skuldi givið okkum eitt gott grundarlag, sum vit síðani kundu arbeitt víðari uppá, greiðir landsstýrismaðurin frá.
Øll skulu javnsetast
Bústaðarpolitikkurin í Føroyum vigar eisini nógv í framtíðarætlanunum hjá landsstýrismanninum. Tað er eingin loyna, at útlitini fyri at seta búgv í Føroyum ikki eru av tí bestu. Serliga meginøkið er hart rakt av hesum trupulleika, og harumframt er torført hjá ungum fólki at finna nakra íbúð at búgva í. Samstundis hækkar príslegan fyri leigu eisini, og hetta ger alt bara enn meira torført.
- Longu nú er ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur settur fyri at kanna hetta málið nærri. Hugskotið er fyrst og fremst at javnstilla øll fólk, hvat antin tey búgva til leigu onkrastaðni, ella tey eru farin undir at byggja sítt egna, greiðir Bill frá.
Í løtuni fær ein sjálvsognarstovnur ongan mvg-lætta og heldur ongan rentustuðul, og hetta viðførir samstundis ein stóran mun millum tey, sum leiga og tey, sum byggja sjálvi.
- Hesin munur skal burturbeinast, og harumframt er Vinnumálastýrið eisini farið í holt við at seta eina leigulóg, sum skal betra um umstøðurnar hjá teim leigandi, greiðir Bill frá.
Hóast hetta ikki hoyrir undir júst hansara málsøkið, so fegnast Bill um lógina, sum væntandi kemur ein av fyrstu døgunum.
- Endamálið er jú, at øll í Føroyum hava eins treytir og eins umstøður at liva undir. Tað er uttan iva eitt av teim størstu málunum, ið eg sum landsstýrismaður seti mær sjálvum, sigur Bill at enda í samrøðu við Sosialin.