Bilrøkt við metúrsliti

Árið í fjør var tað besta hjá bilasøluni Bilrøkt.

 

Roknskapurin hjá Bilrøkt, sum er kunngjørdur á Vinnuvitan.biz, vísir eitt avlop upp á 2,8 milliónir krónur, sum er tað besta nakrantíð síðan fyrsta ársroknskap felagsins frá 2005.

Bruttovinningurin er vaksin úr 7 milliónum krónum upp í 11 milliónir.

Felagið fekk í fjør umboðið upp á Kia bilar, sum Berg Motors hevur havt seinastu árini. Felagið umboðar eisini kinesisku MG el-bilarnar.

Kia lá í fjør á fimta plássi yvir mest seldu bilar í Føroyum 186 bilum.

Og fyrstu tveir mánaðirnar í ár liggur Kia á tríða plássi við 41 seldu bilum, beint í hølunum á ávikavist Toyota við 44 og Ford við 43.

Umframt at selja nýggjar bilar, selur Bilrøkt eisini brúktar bilar fyri fólk, leigar út bilar og rekur bilverkstað.

Bilrøkt hevur goldið góðar 6,1 millión krónur í lønum í fjør í mun til 5,4 milliónir árið fyri.

Eginpeningurin hjá Bilrøkt er nú 8,8 milliónir krónur.

Stjóri í Bilrøkt er Jákup á Borg.