Bilurin fór í knús – men bilførarin slapp

Í gjár var eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Miðvági

Í gjár var eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Giljavegi, á veg inn í Miðvág. Løgreglan sigur, at best sum ein bilur kom koyrandi, rann ein hundur út á vegin, men tá ið bilførarin royndi at snara undan fyri at sleppa undan at koyra á hundin, misti hann tamarhaldið á bilinum. Løgreglan sigur, at úrslitið var, at hann rendi á eini hús og stoyturin var so meinur, at bilurin fór ordiliga í knús.

 

Men tað hepna var, at bilførarin slapp púra snikkaleysur frá óhappinum, so hann slapp væl. Annars fekk húsaklædningurin eisini nakað av skaða.

 

Eisini í J.C Svabosgøtu í Havn hendi eitt ferðsluóhapp, men tað hevði lítið upp á seg. Ein bilførari helt ikki víkiskylduna og koyrdi á ein annan bil. Men ferðin var so lítil, at talan var bara um smávegis skrokkskaða.