Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sum er komin til afghanska høvuðsstaðin Kabul at taka lut í einari ráðstevnu um landsins framtíð, segði í dag, at leiðarin í al-Qaeda, Osama bin Laden, er helst í Pakistan.
Í sííðsta mánað segði stjórin í CIA, Leon Panetta, at bin Laden fjalir seg framvegis væl níggju ár aftan á atsóknirnar at USA.
Í kvøld skal Hillary Clinton hitta afghanska forsetan, Hamid Karzai, og hon skal eisini hava orð á ovastan fyri teimum amerikonsku hermonnunum og NATO-deildunum í Afghanistan, David Petraeus, general.
Sjálv ráðstevnan um framtíð Afghanistans byrjar í morgin.