Bretsku myndugleikarnir siga seg hava fingið neyvar ábendingar um, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden er í Pakistan, og teir vilja nú hava pakistonsku myndugleikarnar at leggja størri dent á at fáa fatur á honum.
Gordon Brown, forsætisráðharri, sigur við Sky News, at altjóða samfelagið sigur at spyrja, hvussu tað ber til, at bin Laden ikki er tikin, nú átta ár eru liðin síðani atsóknina at USA í 2001.
Gordon Brown segði seg fegnast um, at pakistanski herurin loksins er farin í hernað ímóti Taliban. Teir hava fingið frið alt ov leingi, helt bretski forsætisráðharrin.