Oscarvirðislønahandanin hevur verið í nátt og stóri vinnarin gjørdist filmurin Birdman eftir Alejandro G. Iñárritu, ið fekk fýra heiðurslønir, millum annað fyri besta film og besta upprunaliga handrit.
The Grand Budapest Hotel vann eisini fýra virðislønir, millum annað fyri bestu búnar og besta smyrsl og hársniðgeving.
Filmurin Whiplash fekk tríggjar virðislønir, millum teirra fyri besta mannliga hjáleiklut.
Alejandro G. Iñárritu fekk heiðurin sum besti leikstjóri, Eddie Remayne gjørdist besti mannligi høvuðsleikari fyri sín leiklut í The Theory of Everything, meðan Julianne Moore vann virðislønina fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut fyri sín leiklut í filminum Still Alice.
Hesir vóru vinnararnir í nátt:
Bestil filmur: ”Birdman”
Besti leikstjóri: Alejandro G. Iñárritu, ”Birdman”
Besti mannligi høvuðsleiklutur: Eddie Remayne, ”The Theory of Everything”
Besti kvinnuligi høvuðsleiklutur: Julianne Moore, ”Still Alice”
Besti mannligi hjáleiklutur: J.K. Simmons, ”Whiplash”
Besti kvinnuligi hjáleiklutur: Patricia Arquette, ”Boyhood”
Besta upprunahandrit: ”Birdman”, Alejandro G. Iñárritu, Nicolás Giacobone, Alexander Dinelaris, Jr. og Armando Bo
Besta tillagaða handrit: ”The Imitation Game”, Graham Moore
Besti dokumentarur: ”CitizenFour”, Laura Poitras, Mathilde Bonnefoy og Dirk Wilutzky
Besti teknaði filmur: ”Big Hero 6”, Don Hall, Chris Williams and Roy Conli
Besti útlendski filmur: ”Ida”, Poland
Besta klipp: ”Whiplash”, Tom Cross
Bestu visuellu effektir: ”Interstellar”, Paul Franklin, Andrew Lockley, Ian Hunter og Scott Fisher
Besta filmslist (cinematografi): ”Birdman”, Emmanuel Lubezki
Bestu búnar: ”The Grand Budapest Hotel”, Milena Canonero
Besta smyrsl og hársniðgeving: ”The Grand Budapest Hotel”, Frances Hannon og Mark Coulier
Besta framleiðslusniðgeving: ”The Grand Budapest Hotel”, Adam Stockhausen
Besti teknaði stuttfilmur: ”Feast”, Patrick Osborne og Kristina Reed
Besti stuttfilmur: ”The Phone Call”, Mat Kirkby og James Lucas
Besti stufffilmur, dokumentar: ”Crisis Hotline: Veterans Press 1”, Ellen Goosenberg Kent og Dana Perry
Besta ljóðredigering: ”Whiplash”, Craig Mann, Ben Wilkins og Thomas Curley
Besta ljóðsniðgeving: ”American Sniper”, Alan Robert Murray og Bub Asman
Besti upprunasangur: ”Glory” úr filminum ”Selma”. Lag og tekstur: John Stephens og Lonnie Lynn
Besta ljóðspor: ”The Grand Budapest Hotel”, Alexandre Desplat