Birgit og Sofía klárar til steypafinlauna

(Flogbóltur) Birgit Guttesen og Sofía Purkhús skulu í kvøld spæla steypafinalu í Danmark

Frederiksberg Volley, við føroysku Birgit Guttesen og Sofíu Purkhús á liðnum, skal í kvøld spæla steypafinalu í donskum flogbólti. Hetta er fyrstu ferð, at Frederiksberg er í finaluni, meðan mótstøðuliðið, Holte IF, hevur verið í finaluni seinastu fimm árini.

 

-       Vit hava tapt fyri teimum í landskappingini, og tær hava fleiri royndir enn vit í finalum. Tær eru favorittar, men tað haldi eg ikki ger nakað, tí so er trýstið á teimum, sigur Sofía Purkhús.

 

Í fjør vann Holte IF steypafinaluna við føroyskari hjálp. Tá spældi Anja Sonnadóttir Danielsen við Holte IF. Hon hevur nú skift til Fleyr.

 

Fyrireika seg sum til vanligan dyst

Í Frederiksberg hava tey fyrireika seg á vanligan hátt, men tað hevur merkt venjingina, at tað júst hevur verið jólaferia.

 

-       Vit hava fyrireika okkum á sama hátt sum til arðar dystir. Vit hava vant at kalla hvønn dag og tosa nógv um taktik til finaluna, hvussu skulu vit standa, hvar skulu vit sláa og so framvegis, sigur Birgit Guttesen.

 

-       Ja, vit hava, sum Birgit sigur, vant sum til vanligar dystir, men kanska eitt sindur meira miðvíst og hart, serliga eftirsum allar akkurát eru komnar heim frá jólaferiu, leggur Sofía afturat.

 

Ikki gjørt nógv burturúr

Hóast talan er um søguliga hending fyri Frederiksberg Volley, so verður ikki gjørt so nógv burturúr, at tað merkist.

 

-       Eg haldi ikki eg havi merkt nakað til, at vit skulu spæla eina steypafinalu. Eg havi ikki lisið bløðini, so veit ikki um nakað stendur har, men foreldrini hjá okkum eru spent. Bæði pápi mín og pápi Sofíu eru komnir niður at heppa, sigur Birgit.

 

-       Ja, eg sigi tað sama sum Birgit. Tað verður ikki stórvegis gjørt burturúr, men sjálvandi eru øll spent, tá hetta er fyrstu ferð at felagið er í steypafinaluni. Men eg haldi næstan at eg føli at føroyingar, bæði í Føroyum og í Danmark, eru meiri spentir uppá finaluna, og vit fáa eisini rættiliga nógvar føroyskar áskoðarar við okkum til Odense í dag, sigur Sofía.

 

Trúgva upp á steypagull

Hóast Holte IF eru favorittar, so trúgva bæði Sofía og Birgit upp á, at tað ber til at vinna steypagull í kvøld.

 

-       Eg eri spent uppá dystin, og haldi eisini at vit í øllum førum hava møguleika at vinna dystin, um vit veruliga geva alt. So er tað upp til okkum at fáa alt at rigga og ikki lata okkum órógva av nervum og øðrum, men sum heild eru allar positivar og spentar, sigur Sofía Purkhús.

 

-       Eg síggi ljóst uppá dystin. Eg haldi, at um vit spæla ordiligt, so klára vit væl at vinna á teimum, men tað krevur so eisini at vit spæla ordiligt! Vit koma ikki sovandi til nakað steyp, staðfestur Birgit Guttesen at enda.

 

Steypafinalan millum Frederiksberg Volley og Holte IF byrjar í fyrsta lagi klokkan 19. Sum skilst, so kann finalan síggjast á heimasíðuni kanalsport.dk.