EM í stuttgeil í svimjing er í Herning í hesum døgum. Føroyingar hava sjey umboð á hesi stevnuni, sum er tann størsta av sínum slagi í Danmark nakrantíð.
Birita Debes svam í dag 50 metur firvald, og setti nýtt persónligt met við tíðini 28.52. Gamla metið var frá World Cup stevnu í Berlin í fjør, tá hon svam 28.62. Hóast persónligt met eydnaðist tað ikki Biritu at svimja seg í finaluna.
Astrid Foldarskarð hevur eisini verið í hylinum í dag. Hetta var somuleiðis í 50 metur firvald, sum hon svam á 28.38. Hennara besta tíð er annars 27.98.
Birita og Astrid blivu ávíkavist nummar 42 og 40 av 45 luttakarum.
Eyðbjørn Joensen hevur eisini roynt seg í 100 metur frí svimjing í dag. Hann svam 53.35, men besta tíð hansara er annars 52.20 frá úttøkustevnuni farna mánað.