Bjørn Kunoy leiðir samráðingarnar um landgrunsmarkið

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur tilnevnt løgfrøðiliga ráðgeva sín, Bjørn Kunoy, at leiða samráðingarnar um ytri landgrunskrøvini norðan fyri Føroyar. Bjørn Kunoy verður somuleiðis formaður í nevndini.

Uttanríkisráðharrarnir Jørgen Niclasen og Per Stig Møller hava avrátt, at umboð fyri Uttanríkisráðið skal hava leiðsluna og formansskapin í samráðingarnevndini, ið skal leggja fram landgrunskrøvini norðan fyri Føroyar fyri landgrunsnevnd Sameindu Tjóða. Samráðingarnevndin við føroyskari leiðslu skal somuleiðis svara møguligum spurningum o.ø., ið landgrunsnevnd Sameindu Tjóða setur í sambandi við krøvini.

 

Hetta er fyrstu ferð, at kongsríki Danmarkar leggur eitt slíkt krav fyri ST, og tað er slóðbrótandi, at samráðingarnevndin hevur føroyskan formansskap og samráðingarleiðara.

?Á árliga fundinum millum báðar uttanríkisráðharrarnar Jørgen Niclasen og Per Stig Møller í Gásadali í februar mánaði í ár vóru landgrunskrøvini norðan fyri Føroyar umrødd. Báðir ráðharrarnir hava síðan sínámillum viðgjørt, hvussu partarnar í felag skulu leggja fram ytri landgrunskrøvini norðan fyri Føroyar.

 

Málið hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, og Jørgen Niclasen setti tí fram ynski um, at Føroyar fáa leiðsluna í serkønu føroysku og donsku samráðingarnevndini, ið skal leggja fram ytri landgrunskrøvini fyri landgrunsnevnd Sameindu Tjóða.

 

Bjørn Kunoy er 34 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur við Université Paris V René Descartes. Harumframt hevur hann eina Master í fólkarætti við Université Paris X Nanterre og eina LLM í evroparætti frá the European College í Brugge. Bjørn hevur áður arbeitt hjá Altjóða havrættardómstólinum í Hamburg og hjá Dómstólinum hjá Evropisku Felagsskapunum i Luksemburg.