Bjargingarroynd: Tyrlan setti mann niður á Teistan

Tað hendir javnan, tá tú siglir regluliga við Teistanum um Skopunarfjørð, at tú upplivir eina bjargingarroynd á farleiðini.

Soleiðis var eisini seinnapartin mánadagin á túrinum klokkan 15.50 av Gomlurætt til Skopunar. 

 

Tá skipið var komið umleið hálva leið um fjørðin, sást eitt blankt ljós í ein landnyrðing aftur úr skipinum. Løtu seinni sást tú eisini blunkandi ljós.

 

Jú, hetta var tyrlan, sum fleyg móti skipinum, ið sigldi sín túr við vanligari ferð. Her var einki hóvasták, og alt tóktist so náttúrligt og avslappað.

 

Tá tú hugdi upp á dekkið, og tyrlan hekk beint yvir skipinum, loraðu teir ein mann niður úr tyrluni, meðan aðrir á dekkinum tóku ímóti.

 

Maðurin stóð eina løtu á dekkinum á Teistanum, har hann varð loystur úr - og krøktur í aftur - og síðan tók tyrlan hann uppaftur av dekkinum.

 

Tá maðurin var komin upp í tyrluna aftur, nærkaðust vit Skopunar havn, og tyrlan fleyg avstað aftur.

 

Neyvan høvdu øll, sum vóru við Teistanum henda túrin, lagt til merkis, at her hevði verið ein væleydnað bjargingarroynd á ferðini um fjørðin.

 

Tað er fantastiskt at hava eina góða og vælvirkandi sjóbjarging, tá illa vil til á sjónum.

 

Hetta fekk eisini útróðrarmaðurin, Eyðfinnur Poulsen í Skopun, at sanna, tá hann eitt kvøldið fyri fáum vikum síðan endaði uppi á einari grynnu.

 

Hendingin fór fram sunnanvert Skopun, og tað tók bert einar 10-15 minuttir, so var tyrlan har. Tá lá báturin hjá Eyðfinni skerflatur á grynnuni.

 

Ein maður varð loraður niður úr tyrluni, og tað gekk bert ein lítil løta, so var Eyðfinn Poulsen á veg upp í tyrluna saman við bjargaranum.

 

Útróðrarmaðurin varð settur av á tyrluplássinum í Skopun, og tá hann kom inn í kjallaran heima við hús, kom konan niður í kjallaran at koyra klæðir í vaskimaskinuna.

 

Konan gjørdist ovfarin og skelkað. Hon visti av ongum, og hon hevði einki hoyrt um, at maðurin hevði verið í havsneyð í bølamyrkri sunnanvert Skopun.

 

Men, tyrlan syrgdi fyri bjargingini, og tí er tað so umráðandi, at slíkar bjargingarroyndir verða gjørdar við jøvnum millumbilum. 

 

At hava eina góða sjóbjarging - við dugnaligum fólki og góðari tyrlu, sum er egnað til uppgávuna - er gull vert hjá einari siglandi tjóð.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##