Bjargingarroyndin miseydnaðist - í fyrsta umfari

Nú fara tey at meta um, hvat er at gera

Tað eydnaðist ikki at bjarga fóðurflakanum, Hellutanga, sum fór á land vesturi á Víkum og nú eru tey givin við bjargingarroyndini, í hvussu er ikki í hesum umfari. Tað var 5. apríl, at fóðurflakin sleit og rak á land vesturi á Víkum. Hann fekk stóran skaða, tí hol kom á gronina, niðarliga á báðum síðum og fleiri staðni undir botninum.

 

Tey tosaðu við fleiri serfrøðingar, sum vóru á einum máli um, at rætta loysnin var at tetta flakan omandeks og so langt niður sum gjørligt, soleiðis at luft kundi fyllast í flakan, og á tann hátt skapa nokk av uppdrift til at fáa hann at flotna.

 

– Hetta arbeiðið hava vit lagt stóra orku í. Vit hava fingið góða hjálp frá MEST, sum hava staðið fyri at gera tilfar, og hjálpt okkum at tetta flakan við sveising og øðrum, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, í tíðindaskrivi.

 

Tey hava eisini fingið sera stóra hjálp frá kavarunum hjá Streym Diving og harafturat hevur Vága Bjargingarfelag við bátinum, Rescue Sverra, hjálpt væl til. Men Víkar eru ikki kyrrupláss og tí hevur arbeiðið tikið drúgva tíð. Hartil er flakin tungur, tí hann vigar umleið 1.020 tons í vatni og harumfamt er hann tyngdur av sandi, sigur stjórin

 

 Tey hava eisini lagt nógva orku í at styrkja lastalúkuna, soleiðis at hon skuldi klára at standa ímóti tí lufttrýsti, ið krevst fyri at blása í lastina. 18 I-bjálkar blivu festir uppá tvørs á allari lastini.

 

  – Vit gjørdu fyrstu royndirnar at fáa Hellutanga av Víkum 13. juli, men tær bóru ikki á mál. Tá flotnaði fremri partur av flakanum, men fleiri luftlekar komu undan kavi, og reyvin kom ikki uppfrá.

 

Síðani tá hava vit tett hesar lekar, og útvegað okkum enn fleiri boyur, og størri blásiorku, sigur stjórin. Vit royndu aftur í gjár at flota Hellutanga tvær ferðir. Tey fingu eini 2.000 tons av uppdrift við at blása luft í lastina, forpeak, afturpeak og síðutangar, umframt boyur, sum vóru festar á afturskipið. Vit væntaðu at hetta var nokk til at flota flakan og hála hann av. Gronin og helvtin á flakanum fóru uppfrá, men reyvin hekk eftir, sigur Atli Gregersen.

 

Á flóðini fyrrapartin royndu tey at hála hann út eftir reyvini, og á flóðini í gjárkvøldi royndu tey at hála hann út eftir gronini. Gøtunes hjá Varðanum, Samson og Pressarin hjá MEST, umframt Brimil, settu á við fullari kraft, men hvørga ferðina flutti flakin seg. Tískil bóru royndirnar í gjár tíverri heldur ikki á mál, sigur hann.

 

Hann sigur, at nú hava tey gjørt tað, ið serfrøðingarnit hava mælt til. Hetta hevur tíverri ikki verið nokk og nú fara vit at meta um hvat ið gerast kann, sigur Atli Gregersen.