? Bjarni fer skeivur

Jóannes Eidesgaard heldur einastu gongdu leið verða, at nýtt upplegg verður gjørt. ? Tað nyttar ikki bara at rista eskjuna, tí uppleggið er tað sama, og tað verður ikki góðtikið av dønum

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, er langt frá samdur við Bjarna Djurholm, tá hesin vísir til ein nýggjan taktikk í oktober, tá ríkissamráðingar aftur eru á skránni.

? Statsministarin hevur afturvíst uppskotinum at útseta ígildiskomuna av fullveldinum, og hetta uppskotið hjá Bjarna Djurholm er ein onnur formulering av tí sama, heldur Jóannes Eidesgaard.

? Danir góðtaka ikki, at ein ella onnur loysn verður parkerað eitt ávíst áramál. Verður samráðst um fullveldið, verður tað gjørt út frá teimum fortreytum, at føroyingar ynskja tað skjótast gjørligt.


Deyðføtt konsept

Jóannes Eidesgaard er sannførdur um, at talan er um eitt taktiskt trekk frá Fólkaflokkinum. Flokkurin hevur sæð í eyguni, at samráðingarnar koma ikki víðari við sama konsepti.

? Teir eru taktikarar um ein háls. Teir hava innanhýsis í flokkinum viðgjørt alt hetta undan orðaskiftinum. Taktikkurin hevur óivað verið at gloppa ein hurð til andstøðuna, men samstundis sissa samgongufelagar, sigur Jóannes Eidesgaard, ið kortini ikki veit, hvat hetta útspælið skal brúkas til.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur víðari, at taktiska trekkið hjá Fólkaflokkinum kann fáa samgonguavleiðingar.

? Tjóðveldisflokkurin sigur seg sjálvan hava flutt seg so nógv, at nú verður ikki lorað meira. Men skal andstøðan upp í part, so er Tjóðveldisflokkurin noyddur at toyggja seg longur, sigur Jóannes Eidesgaard.


Líkist nógv

Hann sigur víðari, at viðmerkingarnar hjá Bjarna Djurholm til løgmannsrøðuna, eru ein markant broyting av meiningunum hjá samgonguni. Og Helenu Dam á Neystabø róði á sama borð í sjónvarpinum týskvøldið.

? At Føroya Løgting skal hava møguleikan at taka fullveldið, men at tað ikki skal gerast her og nú, tað er í tráð við hugsanina hjá Javnaðarflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.