Bjarni í Selvindi tryggjaði StÍF sigurin í seinasta sekundi

StÍF vann á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn

Bjarni í Selvindi t.v.

Tað vóru tvey lið við tveimum stórskjúttum, ið møttust í dysti í Burn mansdeildini í høllini á Hálsi í Havn í kvøld, tá Kyndil og StÍF møttust.

 

Brian Slyne skoraði heili 12 mál fyri Kyndil, og Bjarni í Selvindi skoraði heili 11 mál fyri StÍF. 

 

Hóast Brian hevði munin teirra millum, so var tað seinasta málið hjá Bjarna í seinasta sekundi, ið gjørdist munurin millum liðini. Í teimum doyggjandi sekundunum skoraði Bjarni til 32-31 til StÍF, og so kundu strandingar koyra stutta teinin inn aftur á Strendur við tveimum stigum.

 

Kyndil var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og vóru teir grønu á odda 18-12 í steðginum. Kyndil kom upp á 20-12 áðrenn grús kom í maskinaríið. Tá 52 minuttir vóru farnir vóru strandingar komnir uppá javnleik 25-25, og endaðu strandingar við at fara við øllum. 

 

Sigurin hálaði StÍF upp á fimm stig. Aftast eru Neistin og Kyndil við tveimum stigum.

 

Kyndil-StÍF 31-32 (18-12)

 

Kyndil: Brian Slyne 12, William S. Nolsøe 6, Ovi Lützen 5, Tummas Jákup Sørensen 4, Bogi Mikkelsen 1, Jóan Pauli Patursson 1, Joakim Jürs 1, Jákup Jørgensen 1. 

 

StÍF: Bjarni í Selvindi 11, Pætur Johansen 5, Trúgvi Hávardsson 4, Tummas Simonsen 3, Djóni Petersen 3, Steinar Prestá 2, Egill Már Hjartarson 1, Dávid Danielsen 1, Hendrikur Davidsen 1, Eli Gærdum 1. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo) DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF72051852013
 KÍF72071872012
 H71718818447
 TEAM KLAKSVÍK720019827
 STÍF7211215-45
 NEISTIN6156185-292
 KYNDIL7175188-132

 

 

 

Bjarni í Selvindi t.v.