So fór hann um sýnina, um tað liðið, ið bert gongur tann eina vegin. Tú var alt ov ungur at fara. Hvussu long lívsleið er einum tillutað, vita vit ikki. Orðini, sum prestur segði, eru røtt. Tað er ikki spurningurin um longdina av lívinum, men innihaldið, tað, ið ein fremur. Lívið er ein Guds gáva, eitt lán, sum vit sjálv, hvør á sín hátt, eiga at varða um. Lívsleiðin er ymisk, hjá nøkrum røkkur hon til ellisár, og hjá øðrum er hon stutt.
Soleiðis var hjá vini mínum Bjarta. Bert 40 ár, so var hansara skeið runnið. Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur.
Bjarti var sjúkur í nógv ár, men eftir skurðviðgerð vóru vónirnar góðar. Men so bleiv ikki, sum áður sagt, tað eru ikki tey nógvu árini, men hvussu ein ger brúk av tíðini, einum er tillutað.
Bjarti arbeiddi hjá R. B. Thomsen í nógv ár. Ein álitismaður, har vísti hann í verki sína dygd. Meðan hann var virkin gjørdi Bjarti eitt stórt felagsarbeiði, ikki í fremstu røð, men aftanfyri, har ikki altíð er so lætt. Men áhugin drívur verkið. Bæði Róðrarfelagið og TB vóru hansara, men sjálvandi stóð TB honum næst. Har var hann altíð tøkur til hjálpar, ikki har sum gullkrónurnar vóru, men har sum grundarlagið fyri heiðursmerkini var lagt. At tað er brúk fyri slíkum monnum, er sjón fyri søgn. Tey, sum uttan at standa í fremstu røð, gera eitt megnar felags arbeiði. Bjarti gjørdi tað.
Men sjúkan nívdi, og dagarnir gjørdust tyngri. Men tað, sum lætti um var, at hann og Sonny funnu saman, giftust og fingu nøkur góð ár saman. Sonny var tann stjørnan, ið lýsti, tá ið myrkast var. Hon var um hann og gjørdi lívið lættari.
Tað var ikki longdin, men innihaldið, og tú gav meira enn tú hugsaði um. Vit fara at minnast teg fyri tað tú var. Fyrst av øllum var tú tvøramaður. Heimbygdin stóð tær næst, tú gav títt til menning og styrki, har tað stóð á. Tað er tungt at skiljast, men veruleikin er tann, at við føðingini er deyðin knýttur. Hetta var tær greitt, tí tú úr barnaheimi tínum, frá mammu og pápa, tey høvdu lagt tær hetta á hjarta. Tey vístu tær, hvønn tú skuldi seta títt álit á. Hann, sum øllum ræður.
Tú lærdi títt Faðirvár
Lít tú bert á títt Faðirvár
lat teg ei fet frá tí víkjast
Himmal og jørð í smildur gár
aldrin tó Faðirvár strikast
Hetta lívsgrundarlag fekk tú sum barlast úr barnaheiminum.
Góði vinur, nú hevur tú fingið hvíld og frið. Tíðin vil lætta um sorgina og saknin, ongantíð verður gloymt tað, sum hendi á lívsferðini.
Tvørasangurin varð sungin á gravarbakka, ikki so løgið, heimbygdin og fólkið her var títt alt og eitt. Seinasta heilsanin var ein viðurkenning av tí, tú stóðst fyri.
Tí urtin trívist best
har rótin rann
At tú vart virdur, vísti tað stóra fylgið, har eisini umboð og vinir frá fleiri ítróttarfeløgum vóru hjástaddir. Tað vísti, at vinabond røkka longur enn til bara kapping.
Tú leiðari góður ábyrgd hevði
trygdin á ítróttarferð á teg legði
ferðingar góðar gott var lagið
TB kom heim sigurskvæði
kappróður ikki gloymdi tú
neystið var samlingsstaðið
Tvøroyri á odda trygga havn
bygdin vakra lá fyri stavn
tú gjørdi títt besta at inna
málið var á odda at vinna
tú var ein sum við orði stóð
tað er leiðin ið haldast má góð
nú rísur sól fjøllini grønkast verja borg
stoltleiki teirra doyvir tunga sorg
várið boðar at tað blómar og grør
hvíl tryggur við Tvøroyrar fjørð
?????????????
Sverre