Tað er frálíka gott veður, og tað er nógv fólk í Gundadali, nú allar koronutreytir eru burtur, og tað aftur er loyvt at savnast til fótbólt.
HB er í somu uppstilling, sum liðið var í, tá ið tað eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti Maccabi Haifa.
Hjá KÍ er Jóannes Bjartalíð millum teir fyrstu ellivu. Tað hevur hann ikki verið í nógvar vikur. Páll A. Klettskarð, sum hevur avgjørt nógvar av dystunum hjá KÍ tey seinnu árini, er frá fyrsta bríksli á beinkinum.
HB – KÍ kl. 18.00
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen, Heðin Hansen – Mads Bo Mikkelsen, Michal Przybylski, Adrian Justinussen – Mikkel Dahl
Venjari: Kevin Schindler
KÍ: Mattias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Claes Philip Kronberg, Jóannes Bjartalíð – Bob Sumareh
Venjari: Mikkjal Thomassen
Felags fyri bæði liðini er, at tað eru heilt góðir spælarar á beinkinum, sum kunnu gera mun, um ella tá ið teir verða skiftir inn.
Hjá HB eru hesir á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Pætur J. Petersen, Stefan Radosavljevic, Ási Dam, Hilmar Leon Jakobsen og Áki D. Samuelsen.
Hjá KÍ eru hesir á beinkinum: Kristian Joensen, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen, Ivar Sollie Rønning, Børge Petersen, Boris Dosljak og Óli Eyðsteinsson Poulsen