Bjarti er fluttur

Bjarti Højbro

3. september 1948 - 2. oktober 2020

Eftir midnátt síðsta fríggjakvøld skrivaði ein skyldmaður úr Klaksvík og bar tíðindini, at nú var Bjarti fluttur – fríggjakvøldið 2. oktober – 72 ára gamal. Hóast Bjarti seinastu tíðina var viknaður, so komu deyðsboðini óvæntað.

Tað var so mangan, at tað á arbeiðsferðum í Klaksvík varð stokkið inn á gólvið í Heygabúðini at keypa serliga góða viðskeran, og ein partur av ritualinum var at fara afturum at heilsa upp á Bjarta, um tað bar so væl á, at hann sat og gjørdi rullupylsu og kjøtpylsu ella skinsaði kjøt.

Altíð var hann fyrikomandi og smílandi. Soleiðis kendu vit hann, sum búleikaðust í býlingunum á Heygum og í Gerðum og á Gerðareiði og øll tey, sum keyptu í Heygabúðini.

Tá ið hann fyri meiri enn tíggju árum síðani misti konuna, kendist tað taka honum so dygt, at hann neyvan vann seg heilt aftur. Tí var tað so stak hugaligt at hitta hann og heilsa uppá familjuna, tá ið hann 3. september í 2018 helt 70 ára føðingardag í Skálanum og nógv fólk varð savnað at fegnast saman við honum.

Bjarti var sonur Ellu og Jógvan Højbro. Mamman var úr Liðanum í Elduvík, har Bjarta alt sítt lív dámdi so væl at spenna frá, og Jógvan var bóndasonur úr Norðurstovu í Gerðum. Tey bæði fingu fyrst sjey døtur og so sonin – Edith, Karla, Hansy, Sanna, Hansina, Jastrid og Alexandrina, sum var nevnd eftir drotningini. Og tá ið sonurin so kom, var tað so rímuligt, at tey nevndu hann Bjarta. Bjarti mundi hjá teimum øllum kennast at vera serlig sólstrála.

Um ta tíðina, tá ið Bjarti var føddur, fór Jógvan Højbro at handla. Hann tók handilin eftir Hans Mellemgaard, sum tá flutti til Havnar, og sum hevði handlað í kjallaranum í sethúsunum, sum eru á horninum Oyrarvegur/Kráargøta. Í mínum uppvøkstri nevndu vit húsini hjá Agga.

Fyrst í fimmtiárunum flutti handilin oman á Heygar, har Ella og Jógvan búðu, og síðani hevur handilin verið har. Handilin varð støðugt mentur og útbygdur. Jógvan Højbro doyði í 1969, og so vóru tað Bjarti og Edith, sum tóku sær av handlinum. Ella var arbeiðsgrev og dugnaði handlinum, og Edith og Fredag tóku seinni uppgávurnar í køkinum eftir hana.

Bjarti giftist um hesa tíðina í 1970 við Honnu Lamhauge úr Lamba. Hon var honum so ógvuliga holl, eisini í handlinum. Tá ið hon í síni tíð kom til Klaksvíkar var tað fyri at vera í handlinum úti í Klaksvík hjá Jens Sofus, so hon visti, hvat tað snúði seg um, tá ið hon giftist niðan á Heygar, og tey bæði settu búgv í góðum grannalagi uppi í Geilini.

Hanna og Bjarti fingu tríggjar synir – Jógvan, Jóan Magnus og Eyðun – og abbabørnini eru átta í tali.

Í meiri enn 70 ár hava tað verið tvey ættarlið, sum hava átt og rikið Heygabúðina. Har gekk okkara heimur so at siga útfrá. Vit fóru í túninum hjá teimum á veg í og úr skúla, vit sótu á hugnaligu trappuni og prátaðu og løgdu ætlanir, og vit plagdu at spæla bólt, heysaflagg, fuglanøvn, kom til bøtten og so mangt annað omanfyri hjá teimum, og sum smádreingir spældu vit bólt í túninum norðanfyri húsini. Ongantíð hoyrdu vit eitt øvugt orð frá gudsóttandi og friðsælu Ellu og Jógvani og teirra børnum.

Fleiri ferðir um dagin gingu vit ørindi fyri mammurnar í Heygabúðina, har fryntligu Jógvan, Edith, Jastrid, Alexandrina og onkuntíð Hansy saman við øðrum ekspedrisum tóku ímóti. Tey fyrstu árini var tað yvir diskin og við petroleumsdunkum og fjeringspundi av hesum og hasum, og seinni, eftir at hann hevði verið á handilsskúla í Danmark, menti Bjarti handilin at vera sjálvtøkuhandil við so nógvum øðrum enn bara matvørum, og Petra hevur í tað mesta av einari hálvari øld verið hansara høgra hond.

Hóast nógv broyttist, so var tænastan í Heygabúðini tann sama. Nógva staðni góvust tey at koyra vøru út, men soleiðis var tað ikki í Heygabúðini. Bjarti og systursonur hansara, Pól, sum alt sítt arbeiðslív hevur verið í Heygabúðini, vóru trúgvir og drúgvir, tá ið fyrstu stamkundarnir fóru at eldast og ikki orkaðu longur at fara til handils. Tað var einki roks. Tey tóku ímóti bíleggingum, og tá ið teir komu við vøruni, kendist tað sum góð løta fyri kundarnar, sum um somu leið eisini fingu eitt gott prát.

Á Heygum og har á leið var gott at vaksa upp og búgva. Tey vóru øll stásfólk í Heygabúðini. Uttan tey nógvu orðini lýstu tey upp, og vit minnast grannalagið og Heygabúðina við takksemi. Og í meiri enn eina hálva øld var Bjarti – eygagóður og við milda brosinum – í miðdeplinum, uttan at tað varð hugsað so nógv um tað, tí hann gjørdi ikki so nógv um seg.

Ærað veri minnið um okkara góða handilsmann og vinmann Bjarta Højbro.                                                                                                                                                  Jóannes Hansen