Hans Jørgen Lysglimt Johansen stóð við Valler framhaldsskúla við skeltinum "Steðga deyðs-kvaksinuni". Mynd: NRK.

Bjóðaðu fólki pengar sum søgdu nei til koppseting

NRK skrivar, at floksformaðurin í høgra víðgongda Alliansu-flokkinum viftaði við pengum og fólk, sum vildu lova, at tey ikki fóru at lata seg koppseta, fingu 500 krónur.

Hans Jørgen Lysglimt Johansen stóð við Valler framhaldsskúla við skeltinum "Steðga deyðs-kvaksinuni". Mynd: NRK.

 

 

Mánadagin skipaði Valler framhaldsskúli í Bærum í Noregi fyri politiskum skúlakjaki. Við eitt slíkt høvi sleppa næmingarnir eisini at atkvøða um, hvønn tey høvdu valt, um tey sluppu á val í Noregi.

 

Eftir kjakið á skúlanum, sluppu næmingarnir eisini at hitta politikarar úr ymiskum flokkum úti í skúlagarðinum.

 

Her møtti eitt nú lítli, høgra víðgongdi flokkurin í Noregi - Alliansan - óboðin upp. Leiðarin í flokkinum og aktivisturin, Hans Jørgen Lysglimt Johansen, møtti skúlanæmingum við plakatum við áskriftini "Steðga deyðs-kvaksinuni". 

 

Hans Jørgen Lysglimt Johansen royndi eisini at býta út pengar til næmingar sum lovaðu, at tey ikki fóru at lata seg koppseta móti koronu. Men, tað vóru bert nakrir næmingar, sum tóku ímóti pengum frá honum.

 

Men, hví møtti Alliansan óboðin upp á skúlanum?

 

- Vit hildu tað vera ógvuliga ódemokratiskt, at vit sum flokkur ikki sluppu at luttaka, sigur Hans Jørgen Lysglimt Johansen við norska kringvarpið, NRK.

 

Í 2017 fekk flokkurin 9,7 prosent av atkvøðunum á skúlanum - og í Bærum kommunu fekk Alliansan samanlagt 0,1 prosent av atkvøðunum.

 

Hví býttu tit út pengar?

 

- Hetta er nakað, eg geri persónliga, og hetta var úr mínari egnu mappu. Eg eri upptikin av, at ungdómurin ikki eigur at lata seg koppseta, sigur floksleiðarin.

 

NRK skrivar, at Alliansan varð stovnað í 2016, og funnist hevur verið fleiri ferðir at flokkinum fyri at hava fíggindaligar og rasistiskar meiningar um fólki av øðrum etniskum uppruna.

 

Flokkurin vil hava Noreg burtur úr EBS-avtaluni og heldur uppá, at alt ov nógv frammandafólk sleppa til Noregs. Flokkurin sigur seg eisini vilja arbeiða fyri, at Noreg fær sítt sjálvræði aftur. 

 

Alliansan varð ikki boðin við til tiltakið á Valler framhaldsskúla, men kortini møttu tey upp. Sambært NRK vórðu tey biðin um at fara avstað aftur, men tað vildu tey ikki - ikki í fyrstu syfti.

 

- Vit kunnu als ikki góðtaka tað, tey gjørdu her. Tey stóðu her ólógliga og framførdu sítt propaganda. So, eg ringdi til løgregluna, og meðan vit bíðaðu eftir løgregluni, rýmdu tey, sigur rektarin á skúlanum, Berit Hetland, við NRK.

 

Rektarin sigur, at skúlin tekur frástøðu frá tí, sum Alliansan gjørdi á skúlanum mánadagin. Hon sigur, at orsøkin til, at Alliansan ikki varð boðin við, er, at flokkurin á seinasta vali var so lítil í økinum.

 

Hans Jørgen Lysglimt Johansen sigur við NRK, at tað er týdningarmiklari fyri flokkin at vera við í skúlatiltakinum heldur enn at lurta eftir, hvat rektarin á skúlanum heldur um hetta. 

 

NRK skrivar, at floksformaðurin viftaði við pengum og fólk, sum vildu lova, at tey ikki fóru at lata seg koppseta, fingu 500 krónur. Sambært næmingunum var tað onkur, sum tók ímóti pengum frá floksformanninum - men tey, sum tóku móti pengum, hava longu fingið tvær koppsetingar.

 

 

 

Hans Jørgen Lysglimt Johansen stóð við Valler framhaldsskúla við skeltinum "Steðga deyðs-kvaksinuni". Mynd: NRK.