Bjóða Hanusi vælkomnum og siga Onnu farvæl

Tað verður seinnapartin mánadagin

Fyrr boðaði Anna Djurhuus, leiðari í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu, frá, at hon fór at leggja frá sær fyri aldur eftir at hava røkt starvið í fleiri ár. Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna, sum er eldrasamstarvið ímillum allar kommunurnar í Suðuroy, gjørdi av at seta Hanus Toftheyggj í Hvalba í starvið, og hann hevur nú tikið yvir.

 

Og í sambandi við at nýggjur leiðari tekur yvir, og gamli leiðarin fer frá, verður móttøku á Hamragarði mánadagin. Móttøkan er almenn og hon er ímillum klokkan 16 og 18, har høvi verður at bjóða nýggja leiðaranum vælkomnum og biðja fráfarna leiðaranum farvæl.