Bjóða út grundøki oman fyri Argjahamr til íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna lýsir nú ein part av matrikkli 256 omanfyri Argjahamar til sølu til íbúðarbygging.

Økið er á leið 3.740 fermetrar til støddar og verður boðið út til bygging av umleið 11 íbúðarbygninum við í mesta lagi fýra hæddum.

Freistin at lata inn tilboð uppá lendið er 8. juni 2023 kl. 12.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna. Lendið oman fyri Argjahamar er flokkað sum eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur. Økið er í kommunuætlanini lagt av til framtíðar býarvøkstur saman við økinum við Stórutjørn. Heildarætlanin fyri Stórutjørn er í gerð, og tíðin er nú eisini búgvin til at taka økið á Argjahamri í nýtslu til býarmenning.

 

Heildarætlanin fyri Argjahamar fevnir um matrikkul 256, ið er 132.000 fermetrar til støddar.

 

Útbodna økið er partur av hesum matrikkli. Lendið liggur omanfyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum. Heildarætlanin leggur harafturat upp til útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið.

 

Nakað av lendinum verður boðið út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar. Samlaða økið verður skipað í sjey bústaðarøki. Mett verður, at tá øll økini í heildarætlanini eru bygd, verður pláss fyri umleið 500 fólkum, ið svarar til eina hækking á 20% av verandi fólkatalinum á Argjum.

 

##med2##

 

Útstykkingin verður skipað í stigum. Fyrsta stig er øki 3, sum við hesum verður boðið út til privatan mennara at keypa og byggja íbúðarbygningar á.