Bjørghild varð ársins álitisfólk

Bjørghild Hákunardóttir, sum er álitisfólk á psykiatriska deplinum, er av Starvsmannafelagnum kosin sum ársins álitisfólk

 

 

Ársins álitisfólk varð kosið á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum seinasta vikuskifti, og her fall valið á 34 ára gomlu Bjørghild Hákunardóttir. Hon hevur verið álitisfólk á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum síðani 2013.

 

Starvsfelagarnir, sum skutu hana upp, siga, at Bjørghild hevur givið seg av fullum huga fyri uppgávuni sum álitisfólk.

 

- Hon hevur sett seg væl og virðiliga inn í sáttmálan, hevur luttikið á teimum skeiðum fyri álitisfólk, sum verið hava, og hevur givið vitan og upplýsingar víðari til sínar starvsfelagar. Eisini hevur hon varpað ljós á týdningin av einum fakfelag, sum arbeiðir fyri limirnar, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðu sínari.