Blackburn oyðilegði hagtølini hjá Manchester City

Roque Santa Cruz ger tað fyri Blackburn, sum hann hevur gjørt gjøgnum alt kappingarárið. Hann skorar mál uppá samliband. Í kvøld var Santa Cruz aftur góður fyri Blackburn. Manchester City og Blackburn møttust á City of Manchester Stadium. Áðrenn dystin í kvøld hevði City vunnið 10 av 10 heimadystum. Men í kvøld mátti felagið hjá Cristian Restorff Mouritsen taka til takkar við einum 2-2 javnleiki ímóti felagnum hjá Gunnari Nielsen. Dysturin endaði 2-2. Trý mál komu innanfyri 4 minuttir. Í 27. minutti legði Darius Vassel City á odda, men minuttin aftaná javnaði Santa Cruz til 1-1. Longu í 30. minutti gjørdi Nelsen hjá Blackburn sjálvmál. Santa Cruz javnaði fyri Blackburn 7 minuttir fyri leiklok. Men málið luktaði av offside, og vóru City-leikarar og viðhaldsfólk alt annað, enn nøgd við hetta.

Sunnudagin spælir Blackburn á útivølli ímóti Derby. Sama dag spælir City ímóti Liverpool á Anfield Road. Manchester City liggur á einum 5. plássi við 35 stigum. Blackburn liggur á einum 9. plássi við 30 stigum.