Bleytu virðiði frammum

Tórshavnar Býráð gjørdi herfyri eina nøgdsemiskanning fyri at vita hví tey ungu sum fór uttanlanda at lesa, ikki fluttu heim aftur á klettarnar at búgva

Tað eru allarhelst fleiri orsøkir til at tey ungu ikki koma aftur. Eg haldi eisini at um tú hevur møguleikan fyri at samanlíkna við hvat ein hevur og hvat ein fær, er freistingin rættiliga stór til at blíva verðandi uttanlanda. Um ein hugsar um at seta búgv í Føroyum, eru bíðilistarnar til grundstykki metur langir og prísirnir himmalhøgir. Longu har er ein stór forðing. Um ein hevur eitt barn ella børn við serligum tørvi, ja so er okkara land ikki tað besta at búgva í, tí her fært tú ikki nógva hjálp. Eg veit væl at akkurát hettar ikki er eitt Býráðsmál, men allíkavæl. Hevur tú so eitt sjúkt barn ella hevur tú sjálv/ur eina sjúku, ja so er eisini rættiliga torført at búgva í Føroyum.

Ikki so at skilja, eg elski at búgva í Føroyum. Men eg havi so sanniliga roynt hvat tað er at hava eitt barn við serligum tørvi og havi eisini verið líka við at pakka saman og flutt til Danmarkar, har hjálp er at heinta. Ikki tí at Danmark bara er gott. Men har eru betri møguleikar báði fyri barnafamiliur og hjá eldri fólki. Tey fáa meir hjálp. Eg haldi at vit mugu raðfesta tey bleytu virðini frammum. Tey bleytu virðini eru í mínari verð eisini tað at fáa ein bústað, eisini at hava eitt gott heilsuverk og eitt gott skúlaverk. Tey gomlu skulu/mugu hava tað gott. Um familian velur at hava eitt eldri fólk búgvandi heima, sum krevur pleygu, skulu tey hava ta hjálp tey hava brúk fyri. Tað eigur heldur ikki at vera so at tey eldru/gomlu skulu berjast fyri at fáa heimahjálp, tað hoyrir ongastaðni heima. Eisini mugu vit arbeiða framm ímóti at børn við serligum tørvi (og so er tað líka mikið hvat tørvurin er) skulu kunna fáa ta hjálp sum er fyri neyðni í Føroyum. So mítt boð uppá at fólk skal tíma at flyta aftur til Føroya er, at tey bleytu virðini verða raðfest frammum, tað fer av sær sjálvum at skapa trivna