Blinken: Eiga ikki at lata okkum lumpa av friðaætlan hjá Xi

Vitjanin hjá Xi Jinping bendir á, at Kina ikki heldur, at Russland eigur at standa til svars fyri kríggið í Ukraina, sigur Blinken

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er ivasamur um uppskotið hjá kinesiska forsetanum at enda kríggið í Ukraina. - Foto: Andrew Harnik/Ritzau Scanpix

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er tortrúgvin um ta friðarætlan, sum kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevur við sær undir vitjanini hjá russiska forsetanum, Vlademir Putin, í Moskva.

Tað segði Blinken á tíðindafundi í gjár.

Tað kann vera talan um reinan samráðingarteknikk frá russiskar síðu, heldur hann.

– Heimurin eigur ikki at lata seg lumpa av nøkrum stigi frá Russlandi – við stuðli frá Kina ella onkrum øðrum landi – til at læsa kríggið fast upp á landsins egnu treytir, sigur Blinken sambært tíðindastovuni AFP.

Xi Jinping fór í gjár á tríggja daga vitjan í Moskva.

Tað ger hann tríggjar dagar eftir at altjóða revsidómstólurin ICC sendi út handtøkuboð upp á Putin fyri krígsbrotsgerðir framdar í Ukraina.

Við vitjanin hjá Xi letur Kina skilja, at landið ikki heldur, at Russland eigur at standa til svars fyri teir ræðuleikart, russiskar deildir fremja í Ukraina, sigur Blinken víðar sambært tíðindastovuni Reuters.

Kina legði í februar fram eitt friðaruppskot i 12 punktum. Millum punktini er ein áheitan um vápnahvíld alt fyri eitt.

Men ukrainska kravið um, at allir russiskir hermenn skulu takast úr landinum, er ikki við í uppskotinum hjá Kina.

– Tað einasta, sum uppskotið ger, er at góðkenna russisku hertøkuna higartil, segði trygdarpolitiski talsmaðurin hjá amerikonsku stjórnini, John Kirby, sunnudagin við sjónvarpsstøðina Fox News.

Í gjár segði hann, at USA óttast, at Xi fer at skjóta upp eina vápnahvíldaravtalu, sum letur russiskar hermenn vera verandi á ukrainskari jørð.

– Vit mæla til, at Xi forseti leggur beinleiðis trýst á Putin forseta um tørvin fyri at virða fullveldið hjá Ukraina og ræði á landinum, segði Kirby á tíðindafundi.

Xi Jinping eigur harumframt at tosa beinleiðis við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, fyri at hoyra, hvussu kríggið hevur ávirkað Ukraina, skjýtur hann upp.

– Vit vóna, at Xi forseti fer at trýsta Putin forseta til at steðga við at bumba ukrainskar skúla og sjúkrahús, sigur Kirby.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er ivasamur um uppskotið hjá kinesiska forsetanum at enda kríggið í Ukraina. - Foto: Andrew Harnik/Ritzau Scanpix