BLITZ - spildurnýggjur føroyskur superbólkur

«BLITZ» er navnið á nýggjum eksklusivum føroyskum dansi-tónleikabólki. Talan er um ein ektaðan super-bólk við eini spennandi og áhugaverdari samanseting av royndum og trúføstum tónleikarum og nýggjum evnaríkum og sera nógv eftirspurdum kreftum Tónleikararnir, ið allir eru meira ella minni kendir frammanundan, úr ymsum samanhangum, hava samdir avgjørt, at teir skulu endavenda hvørjum dansistaði í Føroyum komandi tíðina.

BLITZ leggur seg fyrst og fremst eftir at spæla lættan og dansivinarligan tónleik. Teir bjóða eitt fjølbroytt tyssi av løgum, alt frá gomlum slagarum, sjelarum og floorfillarum til saftig og pumpandi grooves beinleiðis av Billboard-listunum. Alt frá Gloria Gaynor og Bon Jovi til Timbaland og Gnarls Barkley. Einamest leggur BLITZ seg eftir at spæla 100% hitt-tónleik, og helst bert tað ?allar-nýggjasta-nýggja?.

Teir meta, at tørvur er á einum nýggjum føroyskum dansibólki, tí sum heild er stórur eftirspurningur eftir live dansitónleiki, men ov fáir bólkar eru til at nøkta hendan tørvin. Tað er harmiligt, at dansistøð standa tóm í vikuskiftinum, tí ikki ber til at fáa fatur á livandi tónleiki, ið ein kann dansa til.

BLITZ brennur fyri at spæla fyri dansikátum fólki, og teir lova at geva skómakaranum kring landið úr at gera við at endursólla niðurslitnar dansiskógvar.

Teir, ið manna BLITZ eru:

James Olsen á trummum

Høgni Fagraberg á elguitar

Jens Tummas Næss á bass

Hilmar Kass á tangentar

Jóannes Lamhauge á sang

 

Allir eru teir sprenfullir í orku og tilreiðar at festa í fjúsið.