Blóðmáni í Føroyum: Í nátt verður full mánamyrking

Um tað verður klárt í veðrinum í nátt, so fer at bera til at síggja eitt sjáldsamt og vakurt náttúrufyribrigdi.

Í nátt verður full mánamyrking, sum merkir, at mánin verður blóðreyður. Hetta sjáldsama og vakra fyribrigdið byrjar spakuliga klokkan 02:32 og endar klokkan 04:35.

 

Klokkan 02:32 byrjar tann sokallaða partvísa mánamyrkingin, og tá byrjar mánin spakuliga at rodna. Hetta heldur fram í smáar tveir tímar. Klokkan 04:29 byrjar fulla mánamyrkingin, og hetta varir bert eina lítla løtu, inntil mánasetur verður klokkan 04:35.

 

Tá tað er full mánamyrking, liggur mánin í skugganum hjá jørðini, soleiðis at jørðin skuggar fyri ljósinum frá sólini. Hetta gevur mánanum eitt koparreytt sker, sum man eisini kallar blóðmáni.

 

Føroyar liggja akkurát á markinum til at síggja fullu mánamyrkingina í nátt. Tí verður fulla mánamyrkingin bara í nakrar fáar minuttir. Til samanberingar verður full mánamyrking í næstan hálvanannan tíma í USA. Men tað verður so í eina løtu í Føroyum, og tað er ikki ofta, at tað hendir, so um man vil uppliva hetta, so er bara at vera leingi uppi í nátt, ella fara tíðliga upp - og sjálvandi satsa uppá at tað verður klárt í veðrinum, so mánin sæst.

 

Eisini kann sigast, at man í Danmark ikki fer at síggja blóðmánan, tí har verður bara partvís mánamyrking - sum tó eisini er serligt.

 

Her sæst, hvussu mánamyrkingin verður:

 

##med2##

 

(Mynd: Timeanddate.com)