Boðaðu frá eldi í trolara á Skála

Stutt eftir klokkan 11 í gjáramorgunin varð boðað frá royki úr einum trolara á Skála

– Hóast fráboðanin ikki tyktist so umfatandi, so bleiv alt apparatið sett í gongd, tí vit taka ongan kjans, tá slíkar fráboðanir koma, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Talan var um grønlendska trolaran Tasiilaq, sum er gamli Christian í Grótinum.

Og tí var alt sett í gongd, sum kundi setast í gongd. Tað vísti seg, at teir høvdu arbeitt umborð, og at eldur var komin í ein kaðal, og tað gav nógvan royk.

– Tíbetur var tað ikki so álvarsamt, og eldurin var sløktur eftir lítlari løtu. Tað tók umleið ein tíma, so var alt yvirstaðið, bæði við avhoyringum og myndatøku og øðrum, sum hartil hoyrir. 

– Men hetta er so bara enn ein áminning um, at slíkar fráboðanir skulu takast í álvara, sigur vaktleiðarin.