Børnini í Lítlaskógi handaðu borgarstjóranum skriv

Í gjár var ein øðrvísi vitjan á Ráðhúsinum í Havn. Tað vóru børnini í seks ára stovuni á dagstovninum Lítlaskógi, sum komu við einari skrivligari áheitan til Heðin Mortensen, borgarstjóra

Tey vísa í skrivinum á, at teimum dámar væl at vera út og spæla fótbólt, men at vøllurin er asfalt, og at tey tí ofta skursla knø og albógvar, og at onkur eisini hevur fingið snudd í høvdið. Tí heita børnini á borgarstjóran um at fáa graslíki á vøllin.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um vitjanina og fer at hyggja eftir málinum.

 

- Tað er hugaligt, at børnini gera vart við viðurskiftini. Eg fegnist eisini um, at at starvsfólk og foreldur hjálpa børnum at brúka okkara demokratiska samfelag, millum annað við at skriva eitt mótmælisskriv, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##