Børnini í Suðuroynni skulu gjalda 

Hví skal eitt sjey ára gamalt barn gjalda 40 krónur fyri at koma til Havnar úr Suðuroynni, samstundis sum gjøldini skulu avtakast aðrastaðni?


Samgongan ætlar við samferðslupakkanum at lóggeva fyri enn størri mismuni millum føroyingar. Serliga suðuroyingar skulu gjalda prísin. 


Um eitt sjey ára gamalt barn ætlar sær ein túr við Smyrli, so skal hetta fitta sjey ára gamla barnið 40 krónur fyri túrin. 


Um mamman og pápin fara við barninum og taka bilin við, ja, so kostar tað 225 krónur fyri bilin. Førarin er “ókeypis”. Annað av foreldrunum, sum ikki koyrir bilin, skal gjalda 80 krónur fyri túrin. Koma t.d. tvey onnur yvir 15 ár við, so skulu 80 krónur leggjast tvær ferðir aftrat.  


Hendan familjan skal gjalda tilsamans 505 krónur fyri flyta seg við bili til Havnar.


Í Norðoya- og Vágatunlinum er kostnaðurin 20 krónur, um fimm ferðast í bili. Óansæð aldur. Og kostnaðurin er 75 krónur gjøgnum Eysturoyartunnilin. Óansæð aldur.  


Samgongan er nú blivin samd um, at 20 krónur er for nógv at gjalda og fara tí við lóg at avtaka hasa tjúgukrónuna.


Samferðslupakkin hjá samgonguni má ikki samtykkjast. 


Samferðslupakkin má takast aftur og fáa eina nýggja virðiliga viðgerð, sum ein so týdningarmikil “pakki” hevur tørv á.


Sjálvandi má aðalmálið fyri okkara lítla land verða, at okur gjalda nøkulunda líka fyri øll.


Okur suðuroyingar krevja ikki betri sømdir enn restin av Føroyum. Okur krevja bara at verða javnstillað við restina av føroyingum í Føroyum. 


Okur halda ikki, at sjey ára gamla barnið skal gjalda 40 krónur, samstundis sum restin einki skal gjalda.


Bjarni Hammer,

 

løgtingsmaður