Undan Oyggjaleikunum var bogaskjóting mett sum ein av ítróttagreinunum, sum kundi fara at vinna Føroyum flest heiðursmerki. Hesar vónirnar mugu teir sigast at hava livað upp til, eftir at teir í dag hava vunnið hópin av heiðursmerkjum.
Afturvendi Jógvan Niclassen gjørdi bart, og vann gull í compound á fyrstu oyggjaleikum hansara í nógv ár. Annika Vang vann somuleiðis gull hjá kvinnum í recourve, meðan Sigrid Vang tók sær av gullinum í compound.
Í liðkappingini setti føroyska liðið eina feita striku undir, at teir hava sterkasta bogaskjúttaliðið á leikunum, tá ið teir ikki gjørdi mætari enn at vinna gull í bæði recourve og compound.